Mugu bjóða okkum fram

Alsamt fleiri kommunur luttaka á Jobmatch og nú skipað verður fyri tiltakinum fyri 8. ferð eru fýra kommunur umboðaðar, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna og Sunda kommuna.

 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, heldur tað vera týdningarmikið at kommunurnar bjóða seg fram á slíkum tiltøkum, bæði mótvegis egnum ungdómi og øðrum.

- Vit vóru við fyri fyrstu ferð í fjør og hava valt at teknað okkum aftur í ár. Við hesum ynskja vit at seta ljós á kommununa, reklamera fyri henni og royna, at fáa fólk at umhugsa at búseta seg í kommununi, ikki minst ung fólk, sigur Heðin Zachariasen.

 

- Eg haldi, at kommunan er so mikið áhugaverd, at vit eiga at vera við á einum slíkum tiltaki. Nógv ung fólk savnast jú á einum stað og vónin er, at flestu teirra flyta aftur til Føroya. Tí vilja vit bjóða okkum fram, og vónandi kemur onkur hendan vegin, sigur hann.

 

Sunda kommuna hevur upplivað ein fittan fólkavøkstur hetta seinasta árið. Seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, eitt burðaravlop á 14 fólk, at heili 59 eru flutt til kommununa úr øðrum kommunum, men at sjey fleiri eru flutt úr kommununi til útlandið enn úr útlandinum í kommununa. Alt í alt er fólkatalið tó voksið við 66 persónum og nettotilflytingin er 52 persónar. Hetta er ein vøkstur á fýra prosent.

 

Heðin Zachariassen sigur, at tað harmar hann, at kommunan heldur ikki í ár hevur nøkur lestrarpláss at bjóða fólki á Jobmatch, men at hetta er eitt mál, tey arbeiða fram ímóti.

- Vit vóna, at kunna bjóða fólki eitt lestrarstarv upp á seks mánaðir í kommununi, men inntil ta tíð, kunnu vit einans kunna fólk um, hvørji mál, vit kundu hugsa okkum vóru lýst. Nú á døgum hugsa vit nógv um ferðavinnuna og hvussu vit kunnu menna hana her í økinum. Vit kundu tí hugsa okkum, at fólk skrivaðu nakrar uppgávur, har tey lýstu møguleikarnar og umstøðurnar hjá ferðavinnuni í Sundalagnum. Vit ynskja eisini fegin, at onkur setur seg at kanna, hvussu ein nýggjur Eysturoyartunnil fer at ávirka Sunda kommunu. Viðkomandi kann seta seg inn í, hvørjir møgir møguleikar og vansar eru við at ferðslan fram yvir fer uttan um Sundalagið, sigur borgarstjórin.

 

- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit venda okkum fyrst og fremst til okkara egna ungdóm, fyri at minna tey á, hvat vit hava, men sjálvandi royna vit eisini at náa øðrum ungdómi, og øll eru vælkomin at taka eitt prát við okkum á Jobmatch, sigur Heðin Zachariasen.