Mugu brúka 435 milliónir afturat

Men tað letur seg ikki gera at fáa alt liðugt til Eysturoyartunnilin er liðugur

Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin er komið væl á veg. Men samstundis sum at Landið hevur samtykt at gera tunnilin, hava politikararnir forsømt at gera teir vegir, ið eru neyðugir at gera fyri at klára alla ferðsluna til og úr tunlinum.

 

Tað er niðurstøðan eftir at hava lisið ársfrágreiðingina hjá Landsverki, sum júst er liðug. Og tilsamans fara hesir vegir at kosta einar 435 milliónir krónur.

 

Landsverk sigur, at tað rættasta er at gera ein tunnil úr Gøtudali, yvir í Skálabotn. Og tað besta hevði verið at hann var liðugur, tá ið Eysturoyartunnilin var liðugur – men nú er so langt útliðið, at tað letur seg ikki gera.

 

Landsverk sigur, at tá ið Eysturoyartunnilin er komin, fer ferðslan á Skálafjørðinum at broytast rættiliga nógv. Verður einki gjørt, vísa metingar, at tað fara at koyra einir 1000 bilar fleiri ígjøgnum Saltangará, Runavík, og hinar bygdirnar á eystara armi á Skálafirði – um dagin, tá ið Eysturoyartunnilin er komin.

 

Samstundis fer ferðslan at minka einar 800 bilar um dagin ígjøgnum vestara arm á Skálafirði, tí ein tunnilsmunni verður eisini á Strondum.

 

– Í dag er teinurin frá rundkoyringini í Gøtudali til tunnilsmunnan á Strondum, umleið 23 kilometrar. Men við at gera ein tunnil úr Gøtudali í Skálabotn, og síðani ein umfarsveg uttan um Skálabotn, fer at bera til at koyra uttan um bygt øki allan vegin úr Gøtudali til Havnar, sigur Landsverk

 

Tað fer at kosta einar 320 milliónir krónur, har av Gøtudalstunnilin, ið verður 3,2 kilometrar til longdar, fer at kosta einar 250 milliónir krónur.

 

Tí er niðurstøðan hjá Landsverki framvegis, at tá ið Eysturoyartunnilin er komin, fer ferðslan at økjast so nógv á Skálafjørðinun, at tað rættasta er at gera ein tunnil ímillum Gøtudal og Skálabotn og umfarsveg um bygdina Skálabotn, sigur Landsverk

 

– Best hevði verið, um hesar avleiddu verkætlanir vóru klárar, tá Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu, men hetta letur seg ikki gera at røkka, áðrenn nýggi undirsjóvartunnilin letur upp í 2020.

 

Samstundis vísa metingarnar, at tá ið Eysturoyartunnilin er komin, fara tað at koyra einir 2.400 bilar  afturat til Havnar um dagin, enn tað gera nú.

 

Tí er avgerandi at gera vegin til og úr Havnini so mikið rúmligan, at hann kann taka ímóti veksandi ferðsluni.

 

Tað eru nú fleiri ár síðani, at Landsverk almannakunngjørdi eina greiða ætlan fyri, hvussu trupullekin kann loysast.

 

Hetta fer at kosta Landskassanum 115 milliónir krónur, umframt at ein Tórshavnar Kommuna, og felagið, sum fer tunlarnar, rinda ein part.