Flutningsstuðul
? Fiskavirkini kring landið vita ikki um tey eru keypt ella seld.
Henrik Old, løgtingsmaður, vil nú hava greiði á, hvat landsstýrið ætlar við stuðlinum til at flyta fisk.
Hann sigur, at hóast ein fjórðingur er farin av árinum, er tað enn ongin sum veit, hvussu verður við flutningsstuðlinum.
Tí vil hann nú hava greið boð frá landsstýrinum um, hvussu verður við flutningsstuðlinum.
Á tingfundi seinnapartin í gjár skuldi hann spyrja landsstýrismannin í fiskivinnumálum, hvørjar ætlanir, landsstýrið hevði á hesum øki.
Hetta var eftir at blaðið var farið til prentingar, so vit vita ikki, hvat svarið verður.
Løgtingsmaðurin vísir á, at flutningsstuðulin hevur verið 3,5 milliónir, men í ár skerdi fíggjarnevndin hann niður í 2,5 milliónir.
? Samstundis gjørdi fíggjarnevndin greitt, at neyðugt varð við lógarbroyting fyri at fáa skerjingina framda.
?Men nú er fyrsti ársfjórðingur við at fara aftur um bak og enn er ongin lógarbroyting komin.
Henrik Old spyr um vit sostatt kunnu vænta, at flutningsstuðul enn verður latin eftir gomlu lógini.
? Er tað so, fer játtanin uppá 2,5 milliónir ikki at halda. Men samstundis hevur samgongan boðað frá, at talan verður ikki um eykajáttanir, uttan so, at skarvað verður av onkra aðrastaðni- men so verður tað onkur annars um missur.
Hann sigur, at ein máti er at áleggja Strandferðsluni at flyta fiskin bíligari enn higartil, men so heldur játtanin hjá Strandferðluni ikki og tað verður so aftur ein trupulleiki.
? Tað nyttar ikki at flyta trupulleikan aftur og fram. Men fyri fiskavirkinini í útjaðranum, sum hava rætt til flutningsstuðul, hevur hann rættiliga stóran týdning.
? Og nú so tað er so langt útliðið, eiga virkini at fáa at vita, hvar tey flóta, tað, sum eftir er av árinum, tí annars er tað trupult at arbeiða. Tí eigur landsstýrið at gera púra greitt, hvat ætlanin er, sigur Henrik Old.
Hinvegin vísur hann á, at verður flutningsstuðulin skerdur, verður hann uppi stutt eftir ólavsøku við teirri gongd, sum nú er. Tað verður ein stórur trupulleiki hjá virkjunum kring landið og tí má spurningurin um flutningsstuðulin ikki sleppa at hanga í leysum lofti longur.
Ein positivur trupulleiki
Hann sigur, at tað er ein stórur trupulleiki, at flutningsstuðulin verður skerdur yvirhøvur, tí hann ger, at fiskavirkingini úti um landið ikki verða so nógv verrið fyri í kappingini við virkini á meginøkinum.
? Flutningsstuðulin átti at verið ein positivur trupulleiki. Eg skilji ikki, hvussu tað kann gerast til ein trupulleika, at virkini kring landið keypa nógva fisk, tí tað skapar arbeiðið og kastar nógvar ferðir meiri av sær aftur til samfelagið enn tað, sum verður latið í stuðuli.
? Tað nyttar lítið at skriva álit omaná álit um økismenning og útoyggjamenning, tá ið tann politikkur, sum verður framdur í verki, gongur beint ímóti hesum álitum, sigur Henrik Old.