Mugu fáa skil á ferðsluna beinanvegin

Tað sigur borgarstjórin í Runavík eftir treyalarasamanstoytin.

Tað kundi endað heilt galið, tá ið tveir treylarar og ein persónbilur rendu saman í Søldarfirði fyrrakvøldið. Vakthavandi á løgreglustøðini greiddi tá frá, at ein treylari var farin á skeivu breytina, har hann rakti bæði ein annan treylara umframt ein persónbil.

 

Árendi treylarin fór á rull og steðgaði stutt frá einum sethúsum í Søldarfirði, og feldi trø og annað á leiðini, áðrenn hann steðgaði skamt frá einum sethúsum.

 

Síðani hava íbúgvarnir gjørt vart við vánaligu umstøðurnar og trygdina við júst tann vegin, og borgarstjórin í Runavík ásannar, at vegurin ikki er av teimum tryggastu.

 

- Vit hava sæð fyrr, at bilar og trailarar eru komnir nær húsunum í hesum økinum, tó kanska ikki líka so ógvusligt, sum tað var hesuferð, sigur Tórbjørn Jacobsen við Rás2.

 

Les eisini: Sí myndirnar: Treylari rullaði nær við sethús

 

- Ein av loysnunum, sum Tórbjørn Jacobsen vísir á, er, at leiða tungu ferðsluna burturfrá bygda økinum, nú undirsjóvartunlarnir verða gjørdir, sigur borgarstjórin, og heldur fram,

 

- Tað gerst bara við, at fáa ta tungu ferðsluna út eftir tí vestara arminum, har vit hava eina autostradu líka úr Skálafirði og út til tunnilsmunnan, har stórt sæð onki íbúðarøki er framvið. Men tað krevur so tað, at vegurin omanfyri Skálafjørðin verður gjørdur fær eina nógv fremri raðfesting, enn hann annars hevur fingið. Annars fáa vit ikki skil upp á hesa ferðsluna, sigur hann.

 

Spurdur, hvørt hann fer at taka upp samband við Landsverk at bøta um viðurskiftini við vegin, nú óhappi hendi í vikuni, svarar hann, at tað ætlar hann sær avgjørt.

 

- Tað sigur seg sjálvt. Vit hava eina ferðaætlan frá Skipaneskrossinum og heilt út móti Toftavatni, og tað er nakað, sum skal eftirmetast við jøvnum millumbili. Eitt mál, sum skal takast upp, er hetta við ferðini hjá bilunum móti bygdum øki – hon er altso í størra lagi. Tað hevði verið eitt hugskot at flutt ferðgáarnar longur burturfrá bygda økinum, og sett eina bilverju upp beinanvegin, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.