Mugu fáa nógv meiri pengar frá landinum

Tað ikki samsvar ímillum tørvin og játtanina, sigur ÍSF

 

Ítrótturin eigur at fáa nógv hægri játtan á fíggjarlógini.

Tað sigur ítróttarsamband Føroya, ÍSF.

ÍSF hevur søkt løgtingið um at fáa hægri játtan á fíggjarlógini fyri næsta ár og nú sil felagsskapurin eisini sleppa á fund við fíggjarnevndina hjá Løgtinginum um at hækka játtanina.

ÍSF sigur, at fyri nøkrum árum síðani vísti ein kanning, at sjálvbodna arbeiði, sum verður gjørt í ítróttinum kring landið, er vert einar 46 milliónir krónur.

Verða hesar 46 milliónir krónur samanbornar við tær sjey milliónirnar krónurnar, ÍSF fær á løgtingsfíggjarlógini um árið, sæst týðiliga, at samsvar als ikki er millum tørv og játtan, sigur ÍSF.

 

- Tey feløg, sum hava løntar venjarar, hava eisini lønarútreiðslur, og ein stórur partur av hesum lønum er beinleiðis skattainntøka hjá landinum. Aðrar inntøkur, sum landið hevur av ítróttini, er ferðingin til Føroya, har mett er, at eini 3.000 ferðafólk ferðast frá og til Føroya árliga. Sostatt verður ein munandi upphædd goldin beint í landskassan.

Meirvirðisgjaldið er eisini ein inntøka landskassin hevur av ítróttini, nen tað er er sera tyngjandi fyri lokalfeløgini og sersambondini

- Harumframt hava nærum øll feløg, ið nýta hallir, stórar útreiðslur, so sum leigu og aðrar útreiðslur. Eiga tey húsini sjálv, hava tey hita, streym, rentur og avdráttir og aðrar útreiðslur at dragast við. Summi feløg eiga sjálvi vøllir og aðrar ognir, ið nýttar verða í sambandi við ítróttaarbeiði.

- Tað hevði verið ein stórur lætti, høvdu ítróttafeløgini sloppi undan at gjalda MVG.

 

ÍSF-húsið er andlitið úteftir hjá ÍSF, men tað er ikki tíðarhóskandi longur, men eitt nýtt ÍSF-hús er eisini ein avgjørd fyritreyt fyri menning.

Í ÍSF húsinum er heldur eingin lift til brekað, sum ST-sátmálin krevur.

 

Eisini úti í feløgunum er tørvur fyri betri hølum, bara sum dømi kunnu vit nevna skjóting, bogaskjóting, golf, svimjing, hondbólt, judo, borðtennis, umframt fleiri aðrar ítróttagreinar.

Sama er galdandi at skulu vit bjóða okkum fram til at skipað fyri Oyggjaleikunum í framtíðini, er neyðugt at útbyggja og byggja nýggj ítróttarverkløg, áðrenn vit bjóða okkum fram.

 

- Vit í ÍSF meta hetta vera eitt sera álvarssamt mál, og vóna at landsmyndugleikarnir síggja týdningin av góðum karmum, sigur ÍSF.

- Svarið er einfalt og tað er at játta ítróttinum meiri pengar.

Í hesum sambandi søkir íSF um at fáa 2,5 milliónir á fíggjarlógini um árið til úrvalsírótt, umframt at tað er neyðugt at fáa fígging til ítróttarráðgevarar, serliga til barna- og ungdómsarbeiðið.

 

- Enntá hevur verið talan um, at ráðgevarar hjá ÍSF kundu verið við at skipa fyri tiltøkum fyri eldri, og øðrum tiltøkun, í samstarvi við Nærverkið.

 

ÍSF heldur, at tað verður eisini neyðugt at útvega fígging til føroyska luttøku í altjóða kappingum.

 

- Avgerðandi er eisini at slík játtan er varandi, so man veruliga kann legga slíkt arbeiðið í trygga legu. Tað er kostnaðarmikið at kappast á altjóða pallinum, tað krevur nógv og ikki minst pening, sigur ÍSF.

Her er bæði talan um at føroysk ítróttarfólk fara uttanlands at kappast, men eisini um at fáa ítróttarkappingar hendavegin.

 

- Kanning, sum vit hava gjørt her heima vísir, at fyri hvørja krónu vit vildu brúkt við at farið uttanlanda, skapar tað fýra ferðir meira virði fyri føroyska samfelagið, um kappingarnar vera her.

 

Og verða kapppingar, fundir og ráðstevnur løgd uttanfyri háárstíð, kemur hetta sera væl við hjá vinnuni, ið fæst við virksemið sum gisting, bussar, handlar, matstovur og annað.

Í hesum sambandi sigur ÍSF, at tað er neyðugt at fáa eina fasta játtan um árið til føroyska luttøku í oyggjaleikunum, umframt at landið setir tríggjar milliónir av um árið til at byggja út í Føroyum, so at eisini vit verða før fyri at hýsa oyggjaleikum.

- Tað kostar einar 15 milliónir at skipa fyri oyggjaleikum, leggur ÍSF afturat.

 

- ÍSF fer neyvan at bjóða seg fram aftur at hýsa leikunum, fyrrenn meira greiða er fingin á um vit hava neyðugu verkløgini, soleiðis at vit kunnu hýsa í minsta lagi 12 ítróttagreinum, sigur ÍSF.