Klaksvík: - At Klaksvík er vorðin heilsubýur okkara, er einki minni enn ein sólskinssøga, sigur landsstýrismaðurin.
Hans Pauli Strøm var í góðveðrinum í morgun í Klaksvík, í samband við at átakið hjá Fólkaheilsuráðnum og Klaksvíkar kommuna varð staðfest.
Í hesum sambandi varð ein snotuligur faldari lagdur fram, um hvussu Klaksvík hevur og eisini í framtíðini fer at gera sítt til at liva upp til hetta tignarliga heitið.
- Ein faldari er sjálvandi bert eitt pappír, men aftanfyri henda faldarin liggur ein stórur vilji at føra og útinna ein veruligan heilsupolitikk.
- Og mín vón er, at hetta ikki bert verður nakað sum skal sermerkja Klaksvík. Mít hægsta ynski er, at aðrar kommunur frætta um hetta sama, og snøgt sagt fara at herma eftir tykkum, sigur Hans Pauli Strøm og vísir til tey mongu heilsutilboðini, sum longu finnast her.
Nevnast kann, at Klaksvík hevur lagt stóran dent á kunning um tubbaksroyking; var fyrsti býurin sum tók við hugskotinum um heilsurenningar, og hevur haraftrat ein Húsarhaldsskúla og eitt sjúkrahús sum leggja stóran dent á arbeiðið við øktari fólkaheilsu.
- Eitt heilsugott lív er vert at stremba eftir hjá hvørjum einstøkum, tí tað kastar fyrimunir av sær á øllum økjum, slær heilsumálaráðharrin fast.
Venja, svimja og ganga
Tíðindafundurin í morgun var hildin í samband við heilsuátakið "Klaksvík - ein heilsubýur“ sum Klaksvíkar Býráð og Fólkaheilsráðið skipa fyri.
Undir framløguni varð ofta tikið til nýggja faldarin, har alskyns møguleikar eru í kommununi at betra um heilsuna. Her verður nevniliga víst á hópin av leiðum og støðum í Klaksvík, har góðir møguleikar eru fyri skeiðum, og støðum har ein t.d. kann venja, svimja og ganga.
Faldarin er gjørdur við atliti at MARK-kanningunum, sum eru í Klaksvík í løtuni, og vísir eisini á fleiri heilsuvinarlig átøk, sum býurin, einstaklingar og feløg kunnu bjóða fram, nú Klaksvík fyllir 100 ár.
Millum hesi spennandi tiltøkini er ein heildagsútferð runt Kalsoynna, skræddaraseymaðar útferðir eftir egnum ynski og baðiland við heilsukliva og øku.
Bóklingurin inniheldur eisini hentar upplýsingar um gongutúrar út á Oyrar ella niðan á Háls, roykisteðgiskeið, klænkiskeið, góð ráð til tann góða matpakkan, motiónsfótbóltur og skeið til tey, ið vilja læra at matgera og annað gott.
Heilsubýir í øðrum londum
Skagen/Kragerø: Tað eru ikki bert føroyingar sum nú fáa møguleika at vitja og gera brúk av tænastum í einum føroyskum heilsubýi.
Hesin møguleikin er longu til staðar í tveimum grannalondum okkara - Skagen í Danmark og Kragerø í Noregi - sum báðir bera heitið heilsubýir.
Skagen líkist rættiliga nógv Klaksvík við tað at fiskivinna og fiskiídnaðurin eru fíggjarliga grundarlagið undir tilveruni hjá mongum menniskjum.
Og sum teir sjálvir siga: - Skagen er stak væl egnaður, tá talan er um heilsu. Havið, ljósið, luftin og náttúran er eitt eindømi.
Umframt hetta hevur býurin eitt ríkt mentanarlív, 100 ára royndir at tæna teimum ferðandi, nógvar møguleikar at yvirnátta og góðar møguleikar hjá fólki at keypa feskan fisk.
- Hetta er alt slíkt sum ger sítt til, at Skagen kann gerast heilsubýur - ella kur-býur - nr. 1 í Danmark, verður sagt haðani.
Norski býurin Kragerø hevur eisini eina spennandi søgu, sum í stóran mun snýr seg um skipaferðslu, ídnað og ferðavinnu.
- Innan heilsu, trivnað og vælveru hevur Kragerø møguleikan at standa sum einarin millum norskar býir. Tað snýr seg um góðsku og entusiasmu. Vit hava bæði tvey í kommununi, og tí átti tað at borið til eisini hjá okkum, verður sagt úr Kragerø.
Heilsugóður matur úr sjónum
Klaksvík: Eitt tað fyrsta tiltakið í stóra átakinum fyri betri fólkaheilsu, verður longu týsdagin í komandi viku.
Tá verður nevniliga eitt skeið í, hvussu ein ger heilsugóðan mat burtur úr fiski. Skeiðið verður á Klaksvíkar Sjómansskúla og er ókeypis.
Lærari á skeiðnum verður - ikki óvæntað - Jákup Ziskason, og vendir sær serliga til tey ið starvast sum skipskokkar. Men er pláss, kunnu onnur eisini tilmelda seg hjá Jákupi sjálvum.
Skeiðið byrjar kl. 15 og tá tað endar kl. 18 verður høvið hjá fólki at fáa smakkiroyndir av úrslitinum.
Skeiðið verður eisini hildið í samband við 100 ára haldið hjá Klaksvíkar kommunu.
Sunnur og góður matur er partur av einum skilagóðum heilsupolitikki, kom fram á tíðindafundinum í Klaksvík í morgun - høgrumegin: Dávur Winther; Guttorm Sørensen frá Treysti; Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri; Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri; Katrin Mørkøre frá Fólkaheilsuráðnum og Jóhanna á Tjaldrafløtti frá Húsarhaldsskúlanum (Mynd: Høgni Thomsen)