Olja og vinna
Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum hjá Vinnuhúsinum var millum føroyingarnar, sum vóru á altjóða oljumessuni í Stavanger nú um dagarnar. Nú vinnan sjálv hevur fingið til uppgávu at stíla fyri føroyskari luttøku á slíkum framsýningum sigur hann, at Menningarstovan hevur gjørt eitt gott arbeiði øll árini við at profilera Føroyar á framsýningum uttanlands. Menningarstovan hevur lagt grundarlagið. Hann staðfestir samtíðis, at man nú er komin til eitt vegamót, har tað fyrsta forvitnið um oljuvinnuna er av, og tey, sum nú eru við á oljumessu eru tey, sum hava eitt ella annað ítøkiligt samstarv á økinum. Hetta er eisini orsøkin til, at luttøkan er minni enn fyrr. Hann heldur tó ikki at hetta er nakað negativt men skal síggjast sum ein náttúrligt menning, at tey, sum fáa eitt ítøkiligt samstarv, eru tey, sum halda fast, meðan hinar fyritøkurnar, sum hava fingið mettað sítt forvitni, eru meira sjáldsamir gestir á slíkum stevnum.
Hann heldur tað eisini vera náttúrligt, at vinnan tekur við eftir Menningastovuna, tá hon hevur arbeitt tað upp. -Og tað eru tær royndirnar vit gera nú. Vit hava nógv at læra eitt nú á hesi framsýningini, tí tað eru ting vit kunnu gera betri.
Magni Arge, sum hevur roynt at loddað dýpið á framsýningini í Stavanger við at tosa við fólk, heldur, at tað er týðuligt, at áhugin er merktur av, at tað hevur ikki verið nakað virksemi á føroyska landgrunninum av týdningi í ár. Tað er eisini týðuligt, at Føroyar eru farnar aftur um. Eftir tær fyrstu boringarnar er tað ein meira avmáldur áhugi fyri Føroyum, enn tað hevur verið. Nú er tað meira ein spurningur um, at føroyskar fyritøkur royna at koma sær inn í oljuvinnuna í Norra, Onglandi og Danmark, sum drívið verkið heldur enn tann heilt stóri áhugin sum var hjá øðrum feløgum at etablera seg í Føroyum. Hetta kann sjálvandi broytast til næsta ár.
Fáið fatur á kontraktarunum
Men er tað ikki ringt hjá føroyskum fyritøkum at koma inn á útlendska marknaðin?
-Vit eru við tíðini komnir eftir, at tað, sum er avgerandi, er at fáa samband við tey størru kontraktorfeløgini, sum oljufeløgini brúka. Har vit fyrr kanska meira hava havt samband beinleiðis til oljufeløgini, so er tað ikki tann vegin tær smærri føroysku fyritøkurnar skulu inn. Tær skulu inn gjøgnum stóru undirveitararnar, sum arbeiða fyri oljufeløgini so sum Schlumberger, Kværner, Ager, Halliburton, riggfeløg osfr., sum eru tey, ið fáa sáttmálarnar. Hesi fara so aftur til aðrar undirveitarar, og tað er har vit skulu vera klárir at lofta uppgávum.
Í hesum sambandi nevnir Magni fundin, sum føroysku fyritøkurnar á ONS høvdu við Statoil og sum snúði seg nettupp um hetta at kunna fáa sáttmálar fyri tey ymsu økini. Hann heldur eitt hugskot vera, at Statoil kemur at luttaka á oljuráðstevnuni, sum sannlíkt verður tann seinasta mikudagin í november í Føroyum. Tá kunnu teir hava við sær nakrar av teirra sentralu veitarum, og man kann fáa skipað eina workshop millum føroyskan mekaniskan ídnað og kontraktorfeløgini fyri at vita, um man kann fáa eitt samstarv.
Men tað liggur ótrúliga nógv í hondunum hjá teimum føroysku fyritøkunum sjálvum, um tær vilja sleppa framat í oljuvinnuni heldur formaðurin í Oljuvinnufelagnum. Tú mást brúka orku uppá tað og eisini finna teg í, at tú ikki kemur at vinna nógvan pening ta fyrstu tíðina. Men fær tú fótin inn um og fær nakrar royndir, so fær tú eisini ment teg. Og finnur tú nakrar røkur, hvar tú kanst vera ein veitari, so er tú innan fyri oljuvinnuna. Ger tú ikki tað, so er tað kanska ikki so áhugavert at vera í hesi vinnu og tú skal halda teg til fiskivinnuni ella annað.
Varsemi við íløgum
Magni Arge heldur tað vera sera skilagott, at føroyskar fyritøkur bara brúka part av síni orku og tíð til at vilja fara upp í eina oljuvinnu. -Tú mást ikki gera íløgur nú í hesa vinnu tí tú roknar við at fáa eitt avkast, tí oljuvinna verður ein stór vinna í Føroyum. Tað vita vit ikki, um hon verður. Men eru tað hinvegin summir, sum finna fram til, at teir megna uppgávur saman við kontrakatarum aðrastaðni, so kann tað gott vera, at teir kunnu byggja upp eina forrætning, sum ikki neyðturviliga nýtist at verða bundin at, hvat hendir í Føroyum.
Í heila tikið heldur formaðurin í Oljuvinnufelagnum, sum sjálvur hevur fylgt oljutilgongdini neyvt tey mongu seinastu árini, at mystifiseringin av oljuvinnuni er farin. Fyritøkurnar eru við at finna út av, hvat tað snýr seg um. Tær gloriøsu vónirnar til oljuvinnuna eru vornar nógv meira realistiskar. Hetta er ikki so nógv øðrvísi enn at fáast við aðrar vinnur. So er tað spurningurin um fyritøkurnar hava styrki og vilja til at fara út um landoddarnar og at vera tænastuveitarar heldur enn bara at veita tænastur til ta vinnu, sum hevur útgangsstøði í Føroyum.
-Eg haldi man kann altíð royna at finna tað positiva í tí gongd, sum hevur verið. Tað vildi verið ein vandi, um alt varð yvirupphitað, tí tingini gingu ov skjótt. Tað er ein fyrimunur finna vit olju, tí tá hava vit eitt annað bein eisini, so eg vóni, at tað fer at eydnast.
Magni Arge heldur tað mest spennandi vera, um tað eydnast nøkrum fyritøkum at koma framat og kunna arbeiða í oljuvinnuna, gera seg dugnaligar og verða virðismettar av øðrum kontraktørum, og sum so kunnu levera eisini uttan fyri Føroyar. Eydnast tað einum ella tveimum teirra, so vísa tær fyritøkurnar eisini vegin fyri øðrum føroyskum fyritøkum, sum kunnu fylgja aftaná. Tað er tað vit seta okkara vón til. Eru tær uppá pláss og tingini so vaksa í Føroyum, so hava vit so einastandandi góðan møguleika at fáa okkara fyritøkur í størri mun involveraðar í einum oljuídnað, sum verður her heima hjá okkum sjálvum.