Tað er heilt burturvið glaðbeint at fara at krevja revsiváttanir í sambandi við starvssetanir.
Hetta heldur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
- Sera umráðandi er, at børn verða væl vard, hvar tey enn eru, og neyðugt er at hugsa seg væl um, áðrenn farið verður at biðja um revsiváttanir.
Henni dámar eisini lítið, tá ið tosað verður um at krevja revsiváttanir frá starvsfólkum á skúlum og í barnaansingini, tí tað er at kriminalisera henda starvsbólk.
- Hvussu við øllum teimum vaksnu, sum eru har, ið børn og ung ferðast. Skal revsiváttan verða kravd, mugu vit hava eina væl umhusaða og yvirornaða skipan, heldur Maud Wang Hansen.
Hon heldur eisini, at kravið um revsiváttan reisir nakrar etiskar spurningar, tí hvat liggur aftan fyri kravið, og hvussu kennist tað at skula útflýggja eina revsiváttan.
Maud Wang Hansen heldur tað bæði vera órættvíst og óneyðugt at krevja revsiváttan bara frá pedagogum og hjálparfólkum ella frá ávísum fakbólkum. Haraftrat gevur ein revsiváttan falska trygd, tí revsiváttanin tryggar bara móti teuimum, sum hava onkran dóm.
- Vit eiga at umhugsa, hvør hugburður politiskt er til at krevja inn revsiváttanar og hvussu hetta skal fremjast, so tað veruliga verður talan um fyribyrging og ikki kriminalisering.
Annika Olsen, landsstýriskvinna er við at smíða lógaruppskot um hetta evnið, og Føroya Pedagogfelag hevur í tí sambandi biðið um fund við hana.
- Annika Olsen vil fegin hava góð ráð frá Føroya Pedagogfelag, sum arbeiðir fyri at tryggja børnini best, sigur Annika Olsen.