Mugu ikki sleppa at lumpa arbeiðsfólk einaferð afturat

Fakfeløg og politikarar mugu seta seg niður at tosa um, hvussu lønarlagið skal vera næstu árini fyri at forða fyri, at lønirnar verða etnar upp av øktum avgjøldum, heldur Hans Joensen, formaður í Havnar arbeiðsmannafelag

- Vit mugu tryggja okkum, at politikarar ikki einaferð afturat sleppa at lumpa fakfeløgini til at vísa samfelagssinni og til at tálma lønarkrøvini.

Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, nú samráðingar skulu vera í vár millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar

Hann hevur fleiri ferðir gjørt seg til talsmann fyri trýpartasamráðingum millum arbeiðarafeløgini, arbeiðsgevararnar og politiska myndugleikan um, hvussu lønarlagið skal vera næstu árini.

Endamálið við slíkum samráðingum er at avtala, hvussu lønarlagið skal verða næstu árini og at forða fyri at lønin verður etin upp av avgjaldshækkingum.

Tað, sum liggur í tí er, at skal talan vera um, at fakfeløgini skulu tálma lønarkrøvini fyri at vísa samfelagssinni, mugu tey fáa trygd frá politiska myndugleikanum fyri, at tey ikki fáa tað afturlønt við hægri avgjøldum.

Og hann heldur, at hetta er ongantíð so týdningarmikið sum nú, tá ið hugsað verður um, hvussu støðan er í samfelagnum.

Hinvegin er hann eisini greiðir yvir, at hetta er sum at vísa hundi brand, tí nógv fakfelagsfólk vilja ikki hoyra talan um politiska uppílegging í sáttmálasamráðingar.

Men Hans Joensen heldur, at tað nyttar lítið at biðja politiska myndugleikan halda fingrarnar vekk í sáttmálasamráðingum og so standa sum ryssa yvir deyðum fyli og onki gera, tá ið skattir og avgjøld verða hækkað.

- So eiga vit eisini at fara á barrikadurnar fyri at forða fyri, at politikararnir sleppa at hækka avgjøldini, sigur Hans Joensen.

- Tað er lítil meining í at samráðast um lønir, tá ið lønin verður etin upp við tað, at politikarar leggja avgjøld á okkum, akkurát sum teir hava hug, leggur hann afturat.

- Eg skilji væl, at løntakarar eru misnøgd um avgjaldshækkingar og tí mugu vit royna at binda fyri, so at vit sleppa undan avgjaldshækkingum og tí eiga vit at hava betri samband við politikararnir, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Les eisini greinina: Sjálvandi fara vit at krevja hægri løn