Mugu læra at liva við vaksandi ferðavinnuni

Nú skal skil fáast á tjalding í føroysku náttúruni. Nýggjur faldari er gjørdur, ið á enskum og týskum greiðir ferðandi frá, hvar tey kunnu sláa tjaldið upp. Tað er av týdningi fyri Ferðaráð Føroya, at føroyingar læra at liva við vaksandi ferðavinnuni. Tí roynir Ferðaráðið at basa trupulleikanum við tjøldum og búvagnum á ikki loyvdum støðum.

Ferðaráðið hevur sett sær fyri, at fáa skil á tjalding í Føroyum, so trupulleikin við tjalding á ikki loyvdum støðum ikki heldur fram.

Ferðaráðið hevur tí samstarvað við fleiri stovnar um, hvussu hesin trupulleiki kann basast.

Í samstarvi við Vinnumálastýrið, Landsverkfrøðingin, Politiið, kommunurnar, økisferðavinnufeløgini, Smyril Line og tjaldplássini, hevur Ferðaráðið hugt at lógini um tjalding. Eisini er faldari gjørdur, ið vísur, hvar tjalding kann fara fram. Eisini sigur faldarin eitt sindur um, hvussu ein eigur at fara fram í føroysku náttúruni.


Fáa faldaran

Ikki øll ferðafólkini nýta tjald ella búvagn.

Tað eru serstakliga ferðafólk av Norrønu, ið búgva í tjaldi ella búvagni. Tí verður faldarin latin teimum, tá tey koma til Føroya.

Á enskum og týskum verður greitt frá um viðurskifti, ið tjaldafólki møguliga hava áhuga fyri. Greitt verður frá um náttúru og ferðamøguleikar og støð, har gisting er møgulig og loyvd.

Ferðafólkini í búvagnum fáa eisini at vita, at ikki er loyvt at gista fram við vegnum, á víkiplássum ella á útsýnisstøðum.

Tað góða er tó, at faldarin ikki bert sigur, hvar ikki er loyvt at gista. Sagt verður greitt frá, hvar gistingarmøguleikar eru hjá fólki, ið hava tjald ella búvagn.


Liva við vaksandi ferðavinnuni

Við talmertktum korti yvir Føroyar, fáa ferðandi at vita, hvar ymsu loyvdu gistingarstøðini eru. Sagt verður, hvørt støðini eru ætlað tjaldi, búvagni ella báðum.

Sagt verður eisini frá í styttri punktum, hvat ein kann loyva sær og ikki, sum ferðandi í føroysku náttúruni.

Tað er royndur lutur, at júst ferðandi við tjaldi ella búvagni, eru sera áhugaði í náttúruni og vilja fegin uppliva vøkru náttúru føroyinga

Harumframt verður víst til ymsu kunningarstovurnar kring landið.

Ein hentur faldari hjá ferðandi, ið nú hava allar møguleikar at gista á loyvdu støðunum, so tey ikki eru til ampa fyri nakran. Tá hetta áður er hent, og onkur hevur tikið sær nær, so er ikki víst, at ferðamaðurin hevur vitað betur. Nú er so bøtt um hetta.

Ferðaráðið sigur, at tað er av stórum týdningi, at vit læra at liva við vaksandi ferðavinnuni. Tískil arbeiðir Ferðaráðið við ymsum málum. Tjalding á ikki loyvdum støðum er eitt av hesum málum.