Mugu læra av mistøkunum

Handfaringin av Eysturoyartunlinum var óheppin, sigur løgmaður

Løgmaður ásannar, at politiska handfaringin av málinum um Eysturoyartunnilin var sera óheppin.

Endin av málinum varð, at Kári P. Højgaard varð koyrdur úr landsstýrissessinum, eftir at hann annars hevði samráðst við CIP um sáttmála viðvíkjandi ger og rakstri av undirsjóvartunli millum Havnina og Eysturoynna.

– Politiskt mugu vit í øllum førum læra, at hetta ikki var rætti hátturin. Tingið gav í veruleikanum eina sera víða heimild til landsstýrismannin, og vit mugu ásanna, at heimildin helst var ov víð. Hetta er jú ein risa-íløga, og tá er tað ikki nóg gott, um ein landsstýrismaður kann samráðast, uttan at tingið kennir nakað til treytirnar í einum møguligum sáttmála, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Løgmaður tók í summar málið úr hondunum hjá Kára P. Højgaard – stutt áðrenn ætlaða undirskrivingardagin, og síðani hevur málið skapt mikið rok í almenna rúminum. Somikið stórt varð rokið at enda, at løgmaður valdi at koyra formannin hjá Sjálvstýrisflokkinum úr landsstýrinum.