Hendan boðskap hevði Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, á fullsettari íverksetararáðstevnu, sum Halgir Winther Nagata skipaði fyri á Føroya Tele leygardagin.??
Eini hundrað fólk tóku lut á íverksetararáðstevnuni, sum Jógvan Arge, býráðslimur setti. Framløgur, verkstovur og persónlig ráðgeving vóru á skránni. Umboð fyri Vinnuframa, Taks og Framtak høvdu framløgur um skattaviðurskifti, fíggingarmøguleikar og onnur øki, sum hava við íverksetan at gera. Eisini vóru verkstovur um løgfrøðiligar spurningar við Eyðbjørn Larsen, sakførara, og hugskotsmenning við Christiani Nagata, vinnulívsmanni. Harumframt kundu luttakararnir fáa beinleiðis og persónliga ráðgeving frá TAKS, SPEKT, Vinnuframa og Íverksetarahúsinum.??
– Eg fekk nógv burturúr. Eg havi onkur hugskot, og nú havi eg nógv betri vitan um, hvat skal til fyri at fara í holt við íverksetaravirksemi, sigur Jóhan Egholm, lesandi, sum luttók á ráðstevnuni. ??
Eisini Halgir Winther Nagata, fyriskipari, er væl nøgdur við tiltakið. ??
– Hetta gekk væl, og nú bíði eg spentur eftir afturmeldingunum á nebula.fo
So kann eitt framtíðar tiltak gerast enn betri, sigur Halgir, sum arbeiðir við ætlanum um at endurtaka íverksetararáðstevnuna komandi ár.