- Eg sigi als ikki at vit skulu spæla skitið, men vit mugu seta okkum á teir og vísa at vit eru har. Vit mugu spæla hart, men fair, sigur Gunnar Nielsen, landsliðsmálverji.
Hoyr samrøðuna við Gunnar Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Vit skulu hava eyguni við David Alaba, sum spælir við Bayern Munchen. Hann stýrdi øllum á miðvøllinum. Eysturríki spælir eisini skjótt og teir flyta seg nógv, sigur Gunnar víðari.
- Vit skulu eisini vísa, at dysturin í Wien var eitt einstakt tilfeldið, sigur Gunnar Nielsen um 6-0 tapið.
Gunnar Nielsen hevur nógva virðing fyri monnunum, sum tann 12. septembur 1990 vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona. Men hann minnist bara ikki hvar hann var.
- Eg sá sendingina “Skotið í Landskrona” fyrrdagin. Hatta var eitt altavgerandi úrslit fyri føroyskan fótbólt, men eg má ásanna, at eg ikki minnist hvar er var tann dagin, sigur Gunnar Nielsen við einum smíli.
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Eysturríki, sum byrjar 19.45. Upptaktin er longu byrjað á Rás2.