Áðrenn vit taka støðu og avgera, hvørjar útbúgvingar vit vilja fullføra, er neyðugt at sundurgreina framtíðar tørvin innan fleiri fakgreinar. Hetta merkir eisini, at vit mugu ásanna, at vit ikki megna alt. Men tað vit avgera at vit skulu røkka, skal fullførast á einum førleikastigi, ið svarar til altjóða krøv. Føroysk arbeiðsmegi fær hervið eisini atgongd til ein stóran arbeiðsmarknað segði landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum á Oljutinginum á Handilsskúlanum í farnu viku.
Tórbjørn Jacobsen greiddi frá, hvussu vit føroyingar síðani fyrst í 90-unum høvdu ment okkara útbúgvingarligu førleikar við atliti til eina oljuvinnu. Hetta byrjaði við, at stuðul var latin til ungar føroyingar, sum tóku kavaraútbúgving og er so hildið fram til vit í dag hava gjørt fleiri týðandi avtalur við norskar undirvísingarstovnar um samstarv.
Avtalurnar, sum vit hava gjørt við norsku skúlarnar, hava sum høvuðsmál at útbúgva føroyingar til komandi størv innan oljuvinnuna og gera ta føroysku útbúgvingarskipanina føra fyri at útbúgva arbeiðsmegi til oljuvinnuna.
Landsstýrismaðurin nevndi eisini týdningin av, at oljuvinnan er ein altjóða vinna, og at tað er sera umráðandi, at føroyski førleikin uppfyllir altjóða krøv. ? Lat okkum beinanvegin gera okkum greitt, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið ætlar ikki, at tann minsti felagsnevnarin skal verða galdandi fyri okkara oljuútbúgvingar. Stýrið fer nú í samstarvi við vinnuskúlarnar at kanna, hvør førleiki er neyðugur og kravdur í sambandi við tær útbúgvingar, sum ætlanin er at seta á stovn.
? Neyðugt verður síðani at gera eina útbúgvingarætlan á hvørjum einstøkum skúla. Henda ætlan skal vera til allar lærarar, ið hava hug at menna teirra førleika innan ávísar lærugreinir. Vit vænta, og tað er eisini okkara vón, at tær fyritøkur, sum hava fingið boriloyvi, á virknan hátt fara at hjálpa til at fáa til vega neyðug praktikkpláss og útbúgvingarstørv segði landsstýrismaðurin.
Tórbjørn Jacobsen væntaði sær annars eitt positivt samstarv millum vinnuskúlarnar og tær avvarðandi oljufyritøkurnar. Hann nevndi eisini trygdarkrøvini, sum verða sett í oljuvinnuni og segði, at føroyngar fara at átaka sær at fyrisita og bjóða út skeið á hesum økinum í samsvari við krøvini hjá oljufyritøkunum.