Mugu tora at skifta út til seinna dystin

(FM1) Tróndur Arge heldur, at royndirnar við tveimum landsdystum innan tríggjar dagar siga okkum, at skiftast má út

Tað gongur ofta minni væl í hond tann seinna dystin, tá landsliðið spælir tveir dystir innan tríggjar dagar, og tí mugu vit tora at skifta fýra ella fimm spælarar til seinna dystin um tað er neyðugt. Tað heldur frásøgumaðurin hjá FM1 og ítróttarredaktørurin hjá Miðlahúsinum, Tróndur Arge.

 

Tróndur Arge staðfestir, at aftaná góða 3-1 sigurin á Malta heima vóru ov nógvir troyttir menn í seinna hálvleiki niðri í Kosovo, tí má Lars Olsen tora at skifta menn út til tann seinna dystin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", ið var á FM1 seinnapartin í dag. Evnini sum vóru til viðgerðar vóru 1) Nations League dystirnir, 2) Samrøða við Virgar Hvidbro, aðalskrivara hjá FSF um vitjanina hjá UEFA-forsetanum, Alexander Seferin og 3) Tróndur metti um 22. umfar í Betrideildini hjá monnum.

 

FM1 sigur frá dystunum HB-NSÍ og Skála-KÍ.