Í dag er ein mánaður til forsetavalið í USA. Mánanáttina skulu Hillary Clinton og Donald Trump kjakast aftur, men støðan er nakað broytt síðani seinasta kjak.
Undan seinasta kjakið hevði Donald Trump minkað nógv um leiðsluna, sum Hillary Clinton hevði í veljarakanningunum. Í fleiri statum, sum høvdu verið sæddir sum tryggir sigrar hjá Clinton, var munurin vorðin heilt lítil, og tað var kanska ikki heilt ósannlíkt, at Donald Trump fór at vinna onkran sigur og kanska enntá forsetavalið.
Hillary Clinton hevði fornermað ein stóran part av veljaraskaranum hjá Donald Trump, meðan Donald Trump til fulnar gagnnýtti, at Hillary Clinton svímaði undir eini minnisløtu fyri yvirgangsálopunum í New York 11. septembur.
Fyrsta kjakið tykist tó at hava vent gongdini. Breið semja er um, at Hillary Clinton stóð seg betur í kjakinum og vísti, at hon er væl før fyri at stýra landinum. Hon var frísk, væl uppløgd og væl fyrireikað, meðan Donald Trump sá út til at vera illa fyri.
Síðani kjakið er fólksliga undirtøkan hjá teimum báðum broytt. Tann dagin valið var, førdi Hillary Clinton við 2,4 prosentstigum í veljarakanningunum. Fram til mánaðarskifti fylgdust tey bæði og undirtøkan hjá báðum tóktist veksa, men meðan undirtøkan hjá Hillary Clinton framhaldandi veksur, eru veljararnir farnir at svíkja Donald Trump. Munurin í dag er 4,3 prosentstig.
Hillary Clinton hevur eisini endurvunnið eina týdningarmikla leiðslu í týdningarmiklum statum sum Pennsylvania og Virginia. Leiðsla hennara í talinum á valmonnum, sum var 23 mans, tá fyrsta kjakið var, er nú voksið upp í 72.
Trýstið liggur tí á Donald Trump hesaferð og so er spurningurin, um vit fáa at síggja ein meiri áleypandi Donald Trump enn í fyrsta kjakinum.