##med2##
- Hetta er munurin ímillum at verða ein glaður timburmaður og at verða yrkisspælari. Orðini eigur Klæmint A. Olsen, ið kundi skorað minst tvey mál um hepnið var við honum í kvøld, tá Føroyar óheppið taptu 0-2 móti Noregi.
Eisini Odmar Færø er vónbrotin um, at stóri møguleikin hjá honum beint áðrenn Noreg økti til 2-0 ikki fór inn, men Odmar gleðir seg at møta í Hamar aftur, og frætta hvat liðfelagarnir í HamKam í Noregi hava at siga um góða føroyska avrikið.
Omanfyri ber til at hoyra Odmar Færø og Klæmint A. Olsen lýsa stóru málmøguleikarnar Føroyar høvdu móti Noregi á Tórsvølli í kvøld í samrøðu við Trónd Arge.
##med3##
##med4##