Munurin minkar í Fraklandi

Valevnini stríðast fyri at fáa fatur á teimum, sum ikki hava tikið støðu enn.

Sunnudagin verður fyrra umfar av franska forsetavalinum, men enn dugir eingin at siga við vissu, hvør skal avloysa Jacques Chirac.

Tað hava ongantíð verið so nógvir veljarar í Frakllandi sum hesaferð, og valserfrøðingar vísa á, at tað hava heldur ongantíð verið so nógvir veljarar, sum ivast í, hvønn teir skulu velja. Sambært teimum seinastu kanningunum hava millum 12 og 17 milliónir veljarar framvegis ikki gjørt av, hvar krossurin skal setast. Tað er tí einki at siga til, at valevnini hava lagt seg eftir at fáa sum flestar av hesum.

Leingi hava kanningarnar bent á, at Nicolas Sarkozy og Segoléne Royal fara at fáa flerstar atkvøður sunnudagin, og at dysturin so skal standa teirra millum á seinna umfarinum, sum verður tann 6. mai. Kanningarnar higartil hava víst, at Sarkozy fer at vinna tann dystin, men nú tykist hetta ikki so vist longur.

Tann seinasta kanningin, sum varð almannakunngjørd í morgun, vísti, at fer seinna valumfar at standa millum Sarkozy og Royal, fer hann at vinna við 51 prosentum ímóti 49. Sambært kanningarstovninum TNS Sofres er munurin minkaður eitt prosent seinastu dagarnar, og tódnar hann eitt prosent afturat, stendur á jøvnum.