Tað er um reppið, at samgongan hevði mist meirilutan, um val var í dag. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, ið Gallup hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.
Um val var í dag, so høvdu 51 prosent valt ein av samgonguflokkunum, meðan 49, prosent høvdu valt ein av andstøðuflokkunum. Kanningin vísir, at andstøðan hevur vunnið 1,8 prosent av atkvøðunum frá samgonguni.
Javnaðarflokkurin hevði tó enn verið størsti flokkur, um val var í dag, og hevði fingið 23,8 prosent av atkvøðunum.
Næststørstu flokkarnir eru Sambandsflokkurin og Tjóðveldi, ið høvdu fingið 21 prosent hvør, meðan Fólkaflokkurin hevði fingið 19,7 prosent.
Hjá teimum smáu flokkunum fær Framsókn 6,1 prosent, Miðflokkurin 4,3 prosent og Nýtt Sjálvstýri 3,9 prosent.
Til ber at lesa meira um veljarakanningin í Sosialinum, ið verður borin út í dag og í morgin. Vegna flaggdagin kann væntast, at bløðini verða seinkað uttanfyri Havnina, tí eingin útbering er hjá Posta í dag.