?Musclemanblað? í elektroniskum hami

Dennis Agerblad gevur í hesum døgum út eina elektroniska útgávu av ?Musclemanblað? hjá 200
Til sítt Trash Drag Show (sum eisini var Føroya fyrsta dragshow) á G! Mini í Gøtu fyri bert nøkrum vikum síðani, framførdi Dennis Agerblad saman við Terja Messel (sum báðir eisini manna bólki maður:glotti) sína egnu, elektronisku útgávu av ?Musclemanblað? hjá 200.

 

Niels Galán, forsangari í 200, sá showið, og honum dámdi so væl elektro útgávuna hjá teimum, at hann bað Dennis útgeva hana beinanvegin.

 

Lagið er nú lagt út sum staklag á myspace síðuna hjá Dennis og kann takast niður av síðuni ókeypis. Permumyndin er eisini at finna á sama myspace profili undir ?myndir?.

 

Tak ?Musclemanblað? niður av: www.myspace.com/dennisagerblad