Musikkskúlin í Suðuroynni endakonsert

Týskvøldið 24. maj endar Musikkskúlin í Suðuroynni við einum stórum tiltaki í Trongisvági

Týskvøldið 24. maj klokkan 17 verður stórt tiltak í Trongisvágshøllini. Tá hevur Musikkskúlin í Suðuroynni endakonsert og nógv er á skránni.
                      Frá klokkan 17 til 19 eru klavernæmingar á skránni og eisini koma blásarar á pall av og á. Klokkan 19:30 fara ymsu skúlaorkestrini á pall.                      Árið er so at enda, men enn er óvíst, um ikki okkurt tiltak bíðar musikkskúlanæmingum. Eittnú er jóansøka á skránni og eisini vitja Frederik og Mary í Suðuroynni, og kanska skal blásast, hvør veit?




Vit eru ein bananrepublikk