Heðin Mortensen, borgarstjóri
----------
Góðu tónleikarar! – góðu gestir! – verið vælkomin til Musikkstevnuna 2011. og hjartaliga vælkomin til Havnar
Takk fyri at eg her fái høvi at bera fram eina stutta heilsan, áðrenn vit um eina lítla løtu fara at njóta tónleikin og samanspælið frá teimum átta orkestrunum úr bygd og úr bý, sum fara at spæla fyri okkum á árligu musikkstevnuni. Eg ivist onga løtu í, at vit fara at hoyra kendan og væl spældan tónleik.
Um Musikkstevnuna er at siga, at hon uttan íslit hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 1966, og tað sigur ikki so lítið um týdningin, hon hevur havt og hevur fyri horn- og harmoniorkestrini í Føroyum.
Øll hesi árini hava orkestrini eftir tørni og við eldhuga fyriskipað musikkstevnu kring landið, og í ár er hon so í høvuðsstaðnum.
Orkestrini settu sær sum felagsmál fyri 45 árum síðani at hittast eina ferð um árið, og tað skuldi verið løgið, um ikki tað persónliga málið, ið hvør einstakur tónleikari og orkesturleiðari hevur sett sær, er at koma saman við øðrum um felags áhugamál og læra hvønn annan enn betur at kenna. Læra hvør av øðrum, fáa nýggjan íblástur og at menna seg tónlistarliga. Hitta gamlar vinir og kenningar og knýta nýggj vinabond í gaman og álvara, har kennskapurin, tónleikurin og spæligleðin er felagsnevnarin.
Annars hevði Musikkstevnuni ikki verið lív lagað eftir so mong ár.
Í ár er harmoniorkestrið GMH vertur og fyriskipari, og tað fegnast vit um í býráðnum, tí hjá øllum býar- ella bygdastýrum er tað altíð ein jalig kensla og æra, at vera partur av vertskapinum og eftir førimuni at útvega hølir, fígging og býarrúm fyri stórum mentanartiltøkum, sum í hesum føri er árliga musikkstevnan.
Søgan um GHM er sum tónleikur í “moll”. Tónleikur, ið er eymur, mjúkur og hjartaligur.
Røturnar, gróðrarbotnurin og tónlistarliga vakstrarlendið var í gomlu søguligu Havnini - í umhvørvinum úti á Reyni og á Húsabrúgv, har Georg Hansen, millum havnarfólk vanliga nevndur bakar Hansen, búði.
Um hann verður sagt, at hann dugdi at spæla øll ljóðføri, sum vóru til, umframt fleiri av teimum, sum ikki vóru uppfunnin enn, og hevði hann havt fleiri armar og munnar, so hevði hann kunnað - einsamallur maður - verið eitt heilt symfoniorkestur.
Tvey ár fyri, at bakar Hansen doyði í 1924, stovnaðu fimtan av hansara takksomu næmingum harmoniorkestrið GHM, sum stendur fyri Georg Hansens Minde.
William Heinesen skrivar m.a. í sínum endurminningum, at í barnaheim hansara komu tónleikavinir og tónleikaspælarar, fyrst og fremst granni teirra, tann ævintýrkendi bornholmski spælimaðurin bakar Hansen, sum eisini var lærari í tónleiki.
William skrivar eisini, at Kaspar Boman, sum hann hevur roynt at lýsa í skaldsøguni um Glataðu spælimenninar, sjálvsagt er bakar Hansen. Men eisini hinir glataðu spælimenninir gingu í barnaheim hansara, Bartskersstovu, at spæla.
“Drúgt er tað, ið drýpur”, søgdu teir gomlu.
Tó, at vit eru vælvitandi um, at bíðilistin at sleppa at fáa miðvísa undirvísing í musikkskúlunum er alt ov langur, og at vit, í løtuni, tíanverri ikki klára at nøkta stóra tørvin, tí áhugin at læra at spæla og handfara eitt ljóðføri er so stórur, eru vit fegin um, at tey ungu nú av álvara eru farin at gera vart við seg í musikklívinum bæði her heima og úti í heimi.
Tað at spæla eitt ljóðføri er ikki longur bara “vælsignað” teimum fáu.
Fólka- og miðnámsskúlarnir, musikkskúlarnir og orkestrini eru fyrsta grundarlagið undir tí støði, ið tónleikurin eigur í Føroyum í dag.
Vit kunnu tí ikki fulltakka ótroyttiligu eldsálunum kring landið nóg mikið, sum við brennandi áhuga halda lív í tónleikinum, skipa fyri konsertum og undirvísa børnum og ungdómi okkara í tónleiki.
Takkað verið hesum eldsálum, musikkskúlunum og orkestrunum, eiga vit í dag nógvar yrkistónleikarar í viðurkendum orkestrum uttanlands, og tað hevði helst ongin droymt um fyri nøkrum árum síðani.
Musikkskúlin og orkestrini eru sýnisgluggin og lopfjølin hjá mongum ungdómi at fara á tónleikaskúlar uttanlands at nema sær hægri tónleikaútbúgving, fyri seinni at koma heimaftur at undirvísa og læra frá sær.
Tað eru lærararnir í verkstovunum í morgun, í gjár og fyrradagin væl fullgott prógv um.
Seinastu árini hava vit eisini sæð og hoyrt, at okkara ungdómur hevur áræði og ikki smæðist burtur í altjóða tónleikakappingum, og tað sigur ikki lítið!
Persónliga og sum borgarstjóri er tað mær stór gleði, at GHM og Tórshavnar býur í ár eru vertir fyri Musikkstevnuni, og fari eg at takka GHM fyri, at orkestrið og leiðsla tess átóku sær at skipa fyri stevnuni hesa ferð.
Við hesum orðum er Musikkstevnan 2011 sett, og fari eg at ynskja okkum øllum eina góða, spennandi og fjølbroytta horn- og harmoniorkestur konsert.
Njótið løtuna og tónleikin! – Gerið so væl!