Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík, setti fyri løtu síðan musikstevnuna 2010 í Badmintonhøllini á Klaksvík.
Í ár eru 45 ár síðan fyrstu hornorkesturstevnuna, so talan er veruliga um eitt siðbundið tiltak.
Muskistevnan, sum hon eisini verður kallað, byrjaði við einum slíkum tiltaki í Klaksvík, og árið eftir varð stevnan í Fuglafirði.
Í hesi 45 árini hevur tað verið fastur siður hjá horntónleikarum, at dýri biðidagur er settur av til at halda hornorkesturstevnu.
Í ár eru eisini verkstovur - Workshops ? har serlig frálæra er innan tey ymisku ljóðførini. Spælt verður í minni bólkum og so eisini størri samspæl.
Tað var tann 5. mei í 1950, at Klaksvíkar Hornorkestur varð stovnað. Tí verður í hesum sambandi gjørt nakað serligt burturúr, nú orksetrið hátíðarheldur sín 60 ár føðingardag.
Enn eru tveir virknir hornspælarar við í Klaksvíkar Hornorkestri, sum spældu við á fyrsta degi: Sámal Christiansen og Otto Samuelsen.
Musikkstevnan verður í tveir dagar
Skrá dýrabiðidag 30. apríl.
Batmintonhøllin kl. 14.00
1. Ælabogin
2. Norðljómur
3. Blásitokið
4. Skúlaorkestrið hjá Tórshavnar Musikskúla
5. Ungdómsorkestrið í Vágum
6. Saxofon-orkestur úr Danmark.
Leygardagin 1. mai. kl. 14.30
1. Klaksvíkar Hornorkestur
2. Sørvágs Tónleikarafekag
3. Fuglafjarðar Hornorkestur
4. GHM
5. Tvøroyrar Hornorkestur
6. Nes Sóknar Musikfelag
7. Eiðis Ljómfelag
8. Havnar Hornorkestur