Musk kallar stjórnina í Avstralia fasistar

Ríkmaðurin og eigarin av sosiala miðlinum X, Elon Musk, kallaði í dag stjórnina í Avstralia fyri "fasistar".

Orsøkin er lógaruppskotið hjá Labour-stjórnini í landinum um at geva sosialu miðlarnunum bøtur, sum ikki megna at forða fyri, at skeivar upplýsingar verða spjaddar.

Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.

Uppskotið varð lagt fram í gjár. Hugskotið er, at internetpallar skulu kunna fáa bót uppá fimm prosent av teirra heimsinntøku, um pallarnir gera tað møguligt at breiða út skeivar upplýsingar.

Uppskotið inniber, at internetpallarnir skulu gera atferðarreglur fyri at forða fyri, at hættisligar lygnir verða breiddar út. Atferðarreglurnar skulu góðkennast av einum eftirlitsmyndugleika.

 

/Ritzau/