MVG'ið á mjólk, breyð og olju

Jógvan Olsen, Tórshavn

 

Skotið verður upp at avtaka mvg'ið á basalum nýtsluvørum - mjólk, breyð og tílíkum. Tað er eitt gott uppskot, men hevði hetta ikki verið betri: Vit varðveita mvg á mjólk og breyði, men koyra teir pengarnar í ein grunn. Úr tí grunninum verður goldið til tey, ið ikki hava ráð at keypa mjólk og breyð. Í fyrstu syftu støk foreldur, síðani onnur smábarnaforeldur og so víðari.

Hvør er munurin? Jú, lat okkum siga, at ein av fýra borgarum ikki hevur nóg væl ráð at keypa mjólk og breyð. Fer mvg'ið í ein grunn, sum ber pengarnar aftur til tey veikastu, fáa tey fýra ferðir meira, enn um mvg'ið bert verður avtikið.

Tað eigur sjálvsagt at vera ymiskt hvussu nógv, hvør einstakur fær. Eftir tørvi. Smábarnaforeldur kunnu nú leggja seg eftir at uppala børnini til góðar samfelagsborgarar, í staðin fyri at liggja svøvnleys av peningatroti.

Við hesum modellinum kann man fara longur enn, við fleiri fyrimunum: Í staðin fyri at avtaka mvg og avgjald á olju, fara teir pengarnir í tann sama grunnin. Tað verður so latið teimum, ið hava størstan trupulleika av oljukostnaðinum.

Her kemur enn ein fyrimunur. At avtaka mvg á olju, vildi stimbra orkunýtslu og CO2-útláti í mun til, um man varðveitir avgjaldið. Munurin hevði verið stórur, tí tað er ikki tey fátæku, sum brenna mest olju. Sostatt vildi avtøka av mvg'i á olju serliga merkt eina størri nýtslu hjá teimum, sum ikki hava veruligan trupulleika av oljuprísinum.

Tað er rætt at laga avgjaldspolitikk, so hann ikki er til skaða fyri tey veikastu, men tað er ikki rætt at stimbra eina skaðiliga nýtslu gjøgnum hesa tillaging. Serliga ikki, tá tað fær verið øðrvísi.