Nøkur ár seinni varð almennur persónur, sum um tað mundið var við til at smíða landsins lógir, tikin fyri beinleiðis stuldur við einum vinnutólið, har seriunummarið var tikið av hesum tóli fyri at fjala stuldurin. Hvat hendi? Sjálvandi einki.
Meðan landskassin stríðist við risahall, og stovnar á Landssjúkrahúsinum steingja ella liggja bakk vegna vantandi fígging, endurtekur søgan seg, nú fjølmiðlar leggja fram mvg-undandrátt upp á tríggjar milliónir krónur hjá einum einstøkum partafelag.
Tí er hettar bert toppurin av ísfjallinum, tá hugsað verður um, at vit hava eini 1000 ella 1500 partafeløg skrásett í Føroyum. Sostatt kann ein mvg-lóg, sum als ikki er regulerað, síðani hon kom í gildi, kosta Landskassanum og tí vanliga skattaborgarnum eina upphædd, ið slær øll met í politiskari líksælu. Hetta hóast tað frá byrjan av hevur borið til at staðfest, at tað regulert verður spekulerað í mvg-undandrátti, tá feløg fara á húsagang.
Sama skilið gjørdi seg galdandi, tá A-skattaskipanin varð sett í verk í 1984. Meðan vanligi skattgjaldarin øll hesi árini á ongan hátt hevur kunnað sloppið sær undan sínum skyldum, so hevur B-skattgjaldarin kunnað gjørt sær dælt av hesi skipan, soleiðis at eftirstøðurnar í tí sambandi hava verið kanska líka ógvusligar sum tann mvg-undandráttur, ið er farin fram øll hesi árini.
Nú spurnartímin í Løgtinginum er vorðin so áhugaverdur, at tað bara restar í, at løgtingsumboðini fara at spyrja landstýrismenn, hvat nummar av skóm teir ganga í, vil eg við hesum heita á somu løgtingsumboð um at seta fyrispurning um, hvussu nógv landskassin og harvið tann vanligi skattgjaldarin hava mist í B-skatti og í mvg, síðani hesar skipanir komu í gildi.
Takk fyri.