Myanmar: Ótolandi viðurskifti hjá politiskum fangum

Tíðindaskriv

Hóast viðurskiftini hjá politiskum fangum í Myanmar (Burma) helst eru bøtt síðani Reyði Krossur slapp at vitja fangarnar í 1999, er Amnesty enn ótrygt við fongsulsviðurskiftini og umstøðurnar sum heild.
Amnesty ger vart við, at píning enn kemur fyri, serliga í sambandi við avhoyringar.
Myndugleikarnir í Myanmar hava seinastu 18 mánaðirnar leyslatið fleiri enn 300 fangar. Sambært Amnesty eru tó í minsta lagi 1.350 politiskir fangar fongslaðir enn. Ein teirra er Win Tin, ein 72-ára gamal fyrrverandi blaðmaður og ráðgevi hjá Aung San Suu Kyi. Tað verður mett, at hann er illa fyri og hevur tørv á læknaviðgerð.
Meðan hann hevur sitið fangi, hevur Win Tin verið sjúkur fleiri ferðir og er versnaður av viðferðini, hann hevur fingið í fongslinum. Í sambandi við eina avhoyring í 1995 varð hann í fleiri mánaðir hildin í einum kliva ætlaður hernaðarhundum. Har noyddist hann at sova á berum betonggólvi og fekk hvørki mat ella drekka í dagar á rað.
Win Tin var áður við í leiðsluni av tjóðskaparligu demokratisku samgonguni í Myanmar. Hann varð fongslaður í 1989 fyri at hava vart eina kvinnu, sum hevði fingið framt fosturtøku ólógliga. Í fongslinum er Win Tin síðani dømdur tvær ferðir afturat fyri at hava "arbeitt politiskt í fongsli". Hann er dømdur í tilsamans 20 ára fongsul og situr í Insein fongslinum í Yangon.