Tað var ætlanin, at Mylnan í Handilskjarnarnum skuldi lata upp í dag klokkan 15. Men so verður ikki.
– Arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað, og tí verður latið upp fríggjadagin klokkan 15 í staðin, sigur Regin W. Dalsgaard, marknaðarleiðari í SMS.
Handilsbygningurin er umvældur seinastu mánaðirnar. Talan er um rættiliga stórt umvælingararbeiði, har øll fasadan er skift út. Eisini eru rullutrappurnar, sum vóru tær einastu í landinum, tiknar burtur.
Mylnan fer at halda til á veghædd – og á hinum trimum hæddunum verður venjingarmiðstøðin »Burn«. Á aðru hædd verður eisini ein juice-bar, sum verður opin fyri almenninginum og fyri gestum hjá venjingarmiðstøðini.
Tað var P/F Hans Joensen, sum bygdi Handilskjarnan seinast í áttatiárunum, men tað var ov stórur biti, og felagið fór á húsagang í kreppuárunum í 90'unum.
Nú er tað P/F Fastogn, sum eigur bygningin. Fastogn er felag, sum Eik Banki og Lív eiga.