Mylnujól

Í dagstovninum, Mylnuhúsið, hugnaðu foreldur og børn sær mikudagin, tá jólahald var á stovninum. Opið hús var fyri foreldrum og systkjum hjá børnunum

Klaksvík:
Stovnurin hevði opið hús og nógv fólk var komið á gátt. Foreldur og børn sótu í teimum trimum stovunum og hugnaðu sær, meðan tey gjørdu ymiskt jólaprýði. Í Miðstovu sótu tey og málaðu krukkur, í Innistovu gjørdu tey jóladekoratiónir, meðan tey í Niðristovu, sum er vøggustovan, sótu og kliptu nissur og annað jólaprýði.
Í køkinum var te, kaffi, saft og smákøkur og mandarinir afturvið.
Stuttligt var at síggja, hvussu høgt børnini gingu upp í tað, sum tey sótu og gjørdu. Og nógv vakurt prýði varð gjørt.
Hanna Thøgersen, leiðari á stovninum, sigur, at hesin hátturin at skipa fyri jólahaldið er skipaður í samráð við foreldrini.
- Vit løgdu tað út til foreldrini á einum foreldrafundi, har vit spurdu tey, hvussu tey kundu hugsað sær, at okkara jólahald skuldi verða. Og útfrá teirra svarum, komu vit so til hetta, at foreldur og børn gera jólaprýði, meðan ymiskt annað sjálvandi eisini fer fram, greiðir hon frá.
Jólini á stovninum byrja av álvara Luciadagin, tann 13. desember, og so er ymiskt hugnaligt á skránni ta seinastu vikuna áðrenn jól. Stovnurin gevur eisini eitt blað út, sum eitur Mylnujól, og har kunna foreldur lesa, hvat er á skránni til jóla.
Meðan øll sótu og hugnaðu sær, bleiv ljósið sløkt og inn komu børnini í Útistovu, sum er frítíðarskúlin. Hesi børnini gingu Lucia, og tey sungu so eisini fyrsta ørindi av Gleðilig jól fyri hinum. Frítíðarskúlin hjá Mylnuhúsinum húsast ikki í sama húsi sum vøggustovan og barnagarðurin, men tá jólahald er, eru øll saman.
Tá jólahald er, verður eisini sungið nógv. Og her sluppu onkrir pápar at royna seg. Pápin hjá Nathaliu og pápin hjá Fróða settust vit gittarum, og børnini sungu av hjarta allar teir kendastu jólasangirnar.
Jólahaldið í Mylnuhúsinum endaði so við at øll slóu ring og dansaðu um jólatræið.
Onnur hava hug at undrast á, at ongin jólamaður kemur til hetta jólahaldið, men hósdagin hevur Mylnuhúsið jólafrokost við børnunum, og tá kemur maðurin í koti og svørtum knæbuksum at vitja tey.
Veðrið boðar ikki frá, at jólini eru komin, men inni í Mylnuhúsinum mikudagin var onki at ivast í, at jólini eru í hondum.