Myndafrásøgn: Betesda væl vitjað

Nógv vildu vera við til at bera eina heilsan til nýggja samkomuhúsið í Klaksvík, Betesda

Eftir bilunum uttanfyri at døma, var talan um rættiliga nógv fólk, men tey sóust at kalla ikki aftur í rúmligu hølunum, sum vóru mong og snotislig.

Kaffi og køkur stóðu á hvørjum horni og stórskíggin í salinum og allir hinir mongu runt um í húsinum vístu myndir frá, tá ið gamla Betesda varð tikið niður og fram til tí dag. Hetta meðan smíðingin av hesum nýggja, vakra og lætt nýtiliga bygningi, nú varð tikin í nýtslu.

Onkur av teimum meira tilkomnu monnunum, sum hava verið nógv uppí líka frá fyrsta degi, vóru átøkir kátum unglingum, nú sjón gekk fyri søgn við hesum framúr vøkra og rúmliga bygningi, hvørs tøkni er sera framkomin.

Í tí eina tøknirúminum gekk Esmar Müller, sum hevur verið ein av mongu maskinmonnunum, ið yvir eitt longri tíðarskeið, hevur sett upp sjóhitaskipanina. Hann greiddi fegin frá skipanini og kanska eitt lítið sindur errin, tó at Esmar, sum hevur sína vanligu gongd í maskinrúminum á Norðborg, er ein sera lítilátin, dugnaligur og fittur maður.

Henda skipanin, saman við ljóð- og videotøknini, má sigast at vera eitt rættiligt frambrot og sera gagnlig fyri húsið.

Eitt spennandi, smidligt, liðiligt og lætt broytiligur hús við nógvum møguleikum – júst sum eitt framkomið samkomuhús skal vera.

Tekst & Myndir: Dávur Winther