Aftur í ár gevur Miðvágs Badmintonfelag út snøgga borðkalendaran. Sera vakrar myndir, fleiri av teimum eru loftmyndir, sum Anfinn Frederiksen hevur tikið.
Kalendarin hevur tann fyrimun, at hann kann setast á eitt borð ella líknandi, ístaðin fyri at hongja hann á veggin. Harafturat er hann lættur at senda til vinir og kenningar.