Myndakapping um margfeldi endar mánadagin

Í samband við at ár 2010 er altjóða ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, hevur Lívfrøðingafelagið saman við Miðlahúsinum skipað fyri eini myndakapping, har endamálið er at lýsa lívfrøðiliga fjølbroytni í føroysku náttúruni. Kappingin heldur fram til 16. august.

Við hesum ynskir Lívfrøðingafelagið, at fleiri fáa eyguni upp fyri livandi náttúruni og fara út at taka myndir, sum kunnu lýsa hetta fjølbroytta lívið ­ ella við øðrum orðum: avmynda lívfrøðiliga margfeldni í Føroyum. Tá kappingin er liðug, verða allar innkomnu myndirnar at síggja í myndatema á Portalinum.

Vinningar verða latnir til tríggjar tær bestu myndirnar:

1. vinningur: Eitt Canon EOS 550 fototól (virði: kr. 7.999). Ein Case logic taska (virði: 399 kr.) og eitt 16 GB kort (virði: 699 kr.) fylgir við. Vinningurin verður latin av Føroya Lívfrøðingafelag.

2. vinningur: Eitt Canon EOS 450 speglrefleks fototól (virði: kr. 4.999). Vinningurin verður latin av Expert

3. vinningur: Ein 1 TB eksternur harðdiskur (virði: kr. 980), ið verður latin av City og kr. 1.500, ið verður latið av Lívfrøðingafelagnum

Reglarnar siga, at myndin skal vera digital og vera tikin í Føroyum í 2010. Kappingin byrjaði 7. juni og endar 16. august. Hvør luttakari kann einans senda eina mynd til Miðlahúsið seinast hin 16. august 2010. Myndin skal sendast

til [email protected]

Lívfrøðingafelagið tekur sær rætt til at brúka innkomnu myndirnar í arbeiði felagsins framyvir, t. d. til heimasíðu, plakatir og faldarar.

Ein dómsnevnd, ið er samansett av trimum pørtum, velur bestu myndirnar. Hvør partur hevur líka nógvar atkvøður. Teir tríggir partarnir eru nevndin í lívfrøðingafelagnum, ein professionellur myndatakari og eitt listafólk.