Um páskini var ein forkunnug vitjan í Føroyum. Hetta var Rhoda David, sum er leiðari á House of Hope, vanliga nevnt blindaheimið, í Betlehem. Hetta er eitt heim, sum nógvir føroyingar kenna. Svenning av Lofti, sum í ártíggir hevur skipað fyri ferðum til Ísraels, hevur hetta heim sum ein fastan tátt í ferðaskránni. Tískil hava túsundir av føroyingum verið á gátt.
Tann, sum skrivar hetta, er ein teirra. Hann var saman við konuni og trimum av børnum teirra á vitjan her júst á teirra silvurbrúðleypsdegi 3. oktober 2006. Semja er millum tey vitjandi um, at hetta er eitt framúr átak.
Rhoda hevur ferðast kring landið og hevur greitt frá hennara virksemi, eins og hon hevur verið í Rás 2 og greitt frá.
Rhoda hevur eina áhugaverda bakgrund. Hon er kristin arabari og er ættað úr Haifa, sum er í sjálvum Ísrael. Hon er fødd í Nasareth, sum eisini er ”heimabeiti” hjá føroyingum. Tískil er hon ísraelskur ríkisborgari við øllum teimum rættindum, sum hetta inniber.
Hon er sum so eisini partur av søguni hjá Ísrael og arabarum. Tá ið Ísrael varð stovnsett í 1948 rýmdu nógvir arabarar úr landinum, og nógvir av teimum hava búð í flóttarlegum í grannalondunum. Júst teir hava verið ein partur av ófriðinum, sum síðan hevur verið í hesum øki.
Men foreldrini hjá Rhodu fóru ongan veg, og tað mundi vera betri parturin. Hetta merkir eisini, at tey eingi skyldfólk eiga í Ísrael. Tey eru øll í grannalondunum. Familjan hjá Rhodu vóru annars virkin í eini lítlari brøðrasamkomu í Haifa.
Rhoda giftist við Michael, sum tá leiddi blindaheimið í Betlehem. Tey fingu seks børn, men Michael doyði í bestu árum í 1999, og nú er tað hon, sum er leiðari við hollum stuðli frá vermóður síni og øðrum starvsfólki. Nógv av teimum eru sjálvboðin úr ymiskum londum. Millum teir føroyingar, sum hava arbeitt har, eru Ása Hansen úr Fuglafirði, sum eisini giftist við einum, hon hitti á heiminum, Tordur Niclassen av Eiði og Anna Maria Anthoniussen úr Fuglafirði. Hon var eisini við á samkomunum í Føroyum saman við Rhodu. Hon greiddi frá, hvussu tað var hjá eini føroyskari gentu at arbeiða á einum slíkum stað. Hon var har í 14 mánaðir og lærdi seg eisini arabiskt. Hon hevur alt gott at bera arabarum, bæði kristnum og muslimskum. Ikki minst tekur hon til teirra gesarblídni. Tá tey vóru boðin inn í arabisk heim, skuldu gestirnir fyrst fáa alt tað, tey orkaðu at eta, og so kundi húsfólkið fáa avlopið.
Hon var eisini við til at læra ein av búfólkunum at ganga. Tá ið hann kom, grulvaði hann, men við miðvísari venjing kom hann á føtur.
Betlehem
Í Betlehem búgva í dag 35.000 fólk, sum øll eru arabarar. Tað er bert ein løta at koyra frá Jerusalem, men kortini er hetta sum at koma til eitt heilt fremmant land. Betlehem liggur á palestinskum sjálvstýrisøki, og millum hesi og Ísrael er bygdur ein umstríddur múrur, sum skal forða yvirgangsmonnum at koma inn í Ísrael. Hetta er kanska skiljandi, men lýsir hesin múrur einsamallur støðuna í økinum.
Afturat hesum kemur, at bussar frá Ísrael kunnu bert koyra til múrin. Tá má skiftast til buss úr Betlehem við lokalum førara at koyra restina av teininum.
Betlehem er sjálvsagt nógv merktur av, at Jesus varð føddur har. Umframt eru nógvar aðrar bíbilskar hendingar knýttar at Betlehem. Hetta merkist ikki minst á kirkjunum í býnum. Tveir triðingar ella meira av fólkatalinum eru muslimar. Hesin partur økist í hvørjum. Ein orsøk er, at muslimar fáa fleiri børn enn kristin, og ein onnur er, at nógv kristin flyta av landinum, serstakliga til USA og Suðuramerika.
Tey flestu kristnu eru grisk-ortodoks. Hetta merkir, at tey halda jól tvær ferðir í Betlehem. Fyrst ”okkara” jól, og síðan jólini hjá ortodoksu kirkjuni 7. januar. Har er so eisini ein lítil brøðrasamkoma.
Blindaheimið
House of Hope er eitt heim og skúli, sum verður rikið av arabarum á einum kristiligum grundarlagi. Her verður gjørt eitt gott arbeiði partvíst fyri ung og eldri blind, kropsliga brekaðar ungar menn og partvíst fyri børn, sum eru menningartarnað. Hesi eru ofta eru fyri vanbýti á leiðum sum hesum.
Hetta arbeiðið byrjaði í 1963 av eini blindari kvinnu, May Ladah, nevnd "Aunty May", sum doyði í 1993, 89 ára gomul. Afturat sær hevði hon eina síggjandi hjálparkvinnu, Christine David, sum gjørdist vermóður Rhodu. Byrjað varð í smáum, men sum frá er liðið, er virkið økt, og umstøðurnar er nógv bøttar. Nú eru umstøðurnar góðar við tveimum uppá seg stórum bygningum.
Einir 40 næmingar eru á skúlanum. Summir búgva har, og aðrir koma frá økinum í og kring Betlehem og búgva heima. Næmingarnir verða koyrdir í og úr skúla, og teir fáa eisini eina heita máltíð í skúlanum. Hjá fleiri er hetta einasti biti, tey fáa á degnum.
Tey allarflestu, sum fáa hjálp á heiminum, eru muslimar. Men hetta er eingin trupulleiki hjá nøkrum av pørtunum.
Virksemið hjá House of Hope verður fíggjað av vinum, kirkjum, samkomum og felagsskapum. Uttan slíkan stuðul, eisini uttani frá, hevði arbeiðið verið ómøguligt. Føroyingar hava eisini stuðlað.
Tað eru 15-20 lønt starvsfólk á heiminum. Aftrat tí eru og hava verið sjálvbodnir útlendingar. Tey hava góðar royndir við føroyingum, og teir eru vælkomnir.
Roynt verður at útvega teimum blindu okkurt at gera. Í kjallaranum er vardur verkstaður fyri tilkomnar og eldri blindar menn. Har gjørdu teir m.a. bustir og kustar. Heimið hjálpir 75 persónum við breki, men tey hava ein langan bíðilista, so tørvurin er stórur.
Eingin munur millum kristin og muslimar
Tað var hugtakandi at vitja hetta heim. Eftir at hava hoyrt so nógv líkt og ólíkt um arabarar og muslimar var tað vælgerandi at síggja, hvat ið kundi gerast í einum kristnum anda í hesum øki, har vit hava hoyrt so nógv minni gott.
Her verður ikki munur gjørdur á muslimum og kristnum, øll eru vælkomin og kenna seg eisini vælkomnan. Júst hendan dagin vit vitjaðu í 2006 hittu vit eina muslimska mammu, sum fyrstu ferð kom við sínum menningartarnaða soni. Takkað verið House of Hope kann hann fáa eitt rímiligt lív. Alternativið vildi verið ein vanvirðislig tilvera. Børnini vóru annars sera fitt og blíð, og tey vóru ógvuliga glað fyri at fáa vitjan.
Tað verður gjørt tað, sum kann gerast, fyri at samansjóða tey, sum varða av heiminum. Skipað verður fyri samkomum, har foreldur verða boðin við. Skipað verður eisini fyri útferðum fyri búfólkið.
Truplar umstøður
Men tað er ikki lætt at liva her við øllum tí ruðuleika, sum er í økinum. Eitt dømi um hetta er, at almenn starvsfólk, tá ið vit vóru har, høvdu ikki fingið løn í fleiri mánaðir. Ófriðurin hevur eisini ført til minking í ferðafólkatalinum, og hetta merkir eisini meira arbeiðsloysi í einum býi, sum er heftur av ferðavinnuni. Ferðafólkatalið er kortini við at kvinka uppeftir.
Annars er tað ikki her, at tað er tann ófriður, sum vit javnan frætta um. Hann er mest í Gaza. Tann sokallaða intifadain var eisini á Vestara Árarbakkanum í fleiri her. Men her tykist hann at vera avhasaður. Ísraelar halda seg mest møguligt frá økjum, har teir kundu verðið álopnir.
Fyrr hava arbeiðarar í palestinskum økjum kunnað arbeitt í Ísrael uttan stórvegis forðingar, og teir hava kunna forvunnið til sítt uppihald. Hetta er nógv broytt orsakað av ísraelskum tiltøkunum móti yvirgangi. Hesi ganga fyri ein stóran part útyvir vanliga fólkið. Okkara bussførari í Betlehem greiddi frá, at skuldi hann til Ísrael at koyra við sínum bussi, so kundi hann bert fáa eitt loyvi, sum galt ein dag, og tað tarnaði honum nógv í arbeiðsmøguleikunum.
Tey eru framvegis nógv í palestinsku økjunum, sum arbeiða í Ísrael. Men ferðingin aftur og fram er sera trupul vegna eftirlitið, sum er. Ofta mugu fólk fara frá húsum kl. 3 um náttina fyri at kunna møta rættstundis til arbeiðis.
Hjá teimum, sum ikki hava arbeiði, er enn truplari at koma inn í Ísrael. Ein møguleiki er til átrúnaðarligar høgtíðir, men til menn verður loyvi bert latið, um teir eru omanfyri ein ávísan aldur. Tá eru teir hampiliga óskaðiligir.
Rhoda ein fongur fyri House of Hope
Hjá blindaheiminum er tað ein stórur vinningur at hava Rhodu. Hon er ein sera dámlig kvinna, sum brennir fyri sína sak. Tað, at hon er ísraelskur ríkisborgari, ger, at hon mestsum ótarnað kann fara ørindi inn í Ísrael. Tað lættir eisini nógv um, at hon tosar bæði hebraiskt og arabisk. Hon kann bæði týða millum hesi bæði málini og til og frá enskt.
Tey eru nógv, sum finnast at Ísrael fyri at vera ov harðrent. Hesar atfinningar koma eisini frá teirra egnu kristnu vinum og stuðlum á okkara leiðum. Tað er ikki altíð, at tað ber til at skilja framferðina móti sivilfólkinum.
Rhoda hevur stóra samkenslu við fólkið i Gazageiranum. Tað er ófatiligt, at tey yvirhøvur kunnu liva, sum umstøðurnar eru.
Serliga gongur tað útyvir fólkið, tá ið Ísrael fremur síni hevndarálop, sum raka heilt tilvildarliga. Rhoda skilir sjálvsagt, at Ísrael má verja seg. Men hon kann ikki skilja, at tað skal verða ein kollektiv revsing av hesum neyðars fólki, har meginparturin hóast alt er ósekur í tí yvirgangi, sum fer fram.
Rhoda er sera varin við at siga nakað um politikk. Hon ásannar, at tað finst eingin einføld loysn á trupulleikunum. Um Ehud Olmert heldur hon kortini, at hann ikki er tann ringasta leiðarin hjá Ísrael fyri arabarar. Men hann er sera avmarkaður í sínum møguleikum at gera nakað. Høvdu hansara sjónarmið vunnið meira frama, hevði støðan kanska verið tað betri.
Kundu verið nakað at stuðla hjá tí almenna í Føroyum
Tað kann sigast, at House of Hope er eitt einastandandi tiltak, har tað veruliga verður roynt at bøta um tær vánaligu umstøðurnar í hesum øki við einum tollyndi, sum ikki er so vanligt. Tess betri hetta eydnast, tess størri møguleiki er fyri, at fólkið í økinum vil og kann liva saman í sátt og semju. Hetta kann eisini læra onnur, hvussu hetta skal gerast.
Hetta skuldi kanska verið eitt øki, har vit kundu latið ein part av játtanini hjá landskassanum til menningarhjálp.
Onnur kunnu eisini hjálpa til dømis við at lata pening til heimið. Teirra konto í Føroyum er 9181 185.119-7 í Eik.
Tað ber eisini til at kunna seg meira um virksemið á heimasíðuni: www.houseofhopemd.org
Føroyingar kunnu vera ernir um, at teir eiga ein part av hesum virksemi.