Veljarakanning
Seinasta veljarakanningin í røðini, sum Fregnir hevur staðið fyri, varð almannakunngjørd hósdagin. Kanningin hjá blaðnum vísti, eins og kanningin hjá Útvarpi Føroya, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin fara at fáa umboðan á fólkatingi eftir valið 20. november.
-Kanningin skal metast sum ein støðumynd, og sjálvandi eiga eisini fyrivarni at verða tikin, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur við Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya.
Teir mest markantu spurningarnir í veljarakanningini, eru spurningarnir um, hvør verður valdur á danating og í løgtingið.
Kanningin gevur Sambanbandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum sessirnar. Sambandsflokkurin fær 27,6%, og Tjóðveldisflokkurin fær heili 29,5 %. Harvið standa hesir báðir flokkar til at fáa umboðan á fólkatingi við stórum meiriluta, tá ið Javnaðarflokkurin einans savnaði 19,7 prosent saman, og Fólkaflokkurin, ið hevur átt umboðan á fólkatingi eitt mans minni, liggur heilt niðri á 17,5 prosentum í veljarakanningini. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin fingu ávíkavíst 2,5 og 3,1 prosent, tá ið talt varð saman frá 882 spurdu fólkunum.
Er kanningin eftirfarandi, so er valstríðið so gott sum avgjørt, og teir báðir ytstu flokkarnir á loddrætta ásanum í føroyskum politikki kunnu finna sær hvør sín sess á danatingi.
Av royndum vita vit, at veljarakanningar kanska ikki altíð eru so eftirfarandi, og valluttøkan er vanliga rættiliga lítil til fólkatingsval í Føroyum.
Flestu eygleiðarar meta, ábendingarnar í veljarakanningini koma av tí, at ein polarisering er farin fram í føroyskum politikki. Tá ið Sambands- og Tjóðveldisflokkurin standa við hvør sín enda, so eru tað hesir, ið njóta gott av hesum.
Samgonga?
Kanningin hjá Fregnum vísti eisini eina kanning av, hvussu hevði verið, um løgtingsval stóð á skránni. Henda støðumyndin gav ikki sama úrslit sum við kanningini um fólkatingsvalið.
Hevði løgtingsval verið, so metir kanningin, at Javnaðarflokkurin við 27,5% hevði verið størsti flokkur, og Tjóðveldisflokkurin, við 26,6%, eins og Javnaðarflokkurin hevði fingið 9 tingmenn. Fólkaflokkurin við 19,4% og Sambandsflokkurin við 20,4% høvdu fingið sjey tingmenn hvør.
Hetta vendir í veruleikanum myndina á høvdið, tá ið Javnaðarflokkurin gongur so mikið nógv fram. Vit spurdu Jógvan Mørkøre um orsøkina til hesa vend, og hann segði seg ikki kunna koma við nakrari fullgreiðari frágreiðin.
-Í fyrstu atløgu hugsi eg um, at tað var ein bólkur av veljarum, sum skifti frá Sambands- til Javnaðarflokkin, men vísti seg ikki at passa.
Jógvan sigur harafturat, at veljarakanningin vísir tað greiðu polariseringina, har javnaðarprofilurin ikki hevur verið eins klárur og teir hjá ávíkavíst Sambands- og Tjóðveldisflokkinum.
Um tað verður soleiðis, sum veljarakanningin sigur, so merkir hetta, at vit fáa bert fýra flokkar á ting, og teir báðir ?veingirnir? fáa 16 tingmenn í part.
Um tað verður soleiðis, so hevði Jógvan Mørkøre gott kunna ímynda sær, at sitandi samgongu fór at halda fram, men kanska Tjóðveldisflokkurin fór at krevja meira.
Høgni Hoydal vil ikki gera viðmerkingar til hetta sum støðan er nú.
Jógvan Mørkøre undirstrikar, at tað er møguligt, at hetta fer at henda, men vit eiga at taka hetta við størsta fyrivarni.
Sjónvarpið ger veljarakanning
Tað er nógv, sum røkist fyri, at ein triðja veljarakanning fer at síggja dagsins ljós. Í øllum førum arbeiðir Sjónvarp Føroya við einari veljarakanning, sum eftir ætlan skal gerast í vikuskiftinum og almannakunngerast mánakvøldið. Um veljarakanningin verður gjørd, so verður væntandi bert tann eini spurningurin um, hvønn flokk fólk fara at velja.