Hóast regn og sirm hava sera nógv fólk leitað sær oman í Vágsbotn í dag at keypa sær stuttfluttar føroyskar vørur.
Heili 17 seljarar við dygdarvørum frá egnari framleiðslu luttaka.
– Matmarknaðurin er gott høvi at stuðla burðardyggari, føroyskari matframleiðslu og hitta samhugaðum í góðum lag til gott (mat)prát. Her finna tit bæði matin til jólaborðið og smakkgóðu jólagávurnar, ljóðar tað frá Matkovanum, ið skipar fyri hesum matkmarknaðunum.
Sunniva G. Mortensen, stigtakari frá Matkovanum, er nøgd við dagin í dag og góðu undirtøkuna.
– Síðani vit hildu fyrsta matmarknaðin í 2021, er áhugin hjá framleiðarum og keyparum vaksin so líðandi.
In.fo var ein túr framvið til tiltakið, sum eitur "Staðbundin matmarknaður", og her eru nakrar myndir:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
Matmarknaður verður aftur í vár.