Lagið er gott í Havn í dag. Børnini hugna sær í tivoli niðri á Skálatrøð, tey spæliglaðu eru at finna uttan fyri reinsaríið, har tombolabasar eru, og annars síggjast fólk í øllum býnum. Tey flestu ganga oman og niðan uttan nakað ávíst mál og práta við fólkini, tey hitta á vegnum.
Tað, sum kanska serliga er at gleðast um, er, at so mong eru í føroyskum klæðum. Ung sum eldri og enntá nøkur av teimum heilt smáu børnunum síggjast í einum heimaseymaðum búna frá einari ommu. Heilt víst seta føroysku klæðini sín heilt serliga dám á býin.
Sjálvsagt er tað eisini gleðiligt, at fá full fólk eru í býnum. Gamla ólavsøkan, har menn og kvinnur lógu avdottin millum setanina og kappróðurin, tykist tíbetur at vera søga.
Veðrið hevur havt sín leiklut, at ólavsøkan hevur verið so góð. Seinni í kvøld verða konsertir við Jens Lisberg og Frændum uttan fyri Býráðið. Harafturat verða føstu útimøtini hjá Frelsunar Herinum og Ebenezer seinni í kvøld.
Síggj her myndir frá ólavsøkuni í dag.