Vit kunnu avgjørt ikki kæra okkum um veðrið, sum hevur verið í januarmánaði í ár, nú hesin fyrsti vetrarmánaðin at kalla er liðugur. Meginpartin av mánaðinum hevur tað verið kalt, stilt og vakurt veður. Vit hava havt nakað av kava, og børnini eru sloppin at skreiða. Hetta hevur verið forkunnugt í hesum veðurlagstíðum, har vit næstan vóru farin at stúra fyri, at kavin fór ongantíð at koma aftur.
Jú, sjálvandi kemur kavin aftur, men spurningurin er, hvussu langt verður millum teir stóru kavarnar, sum tey tilkomnu minnast - og so longri aftur í tíðini, sum tey eldru og gomlu mintust. Tað er ikki nú sum fyrr, plaga tey tilkomnu at siga. Veturin var kaldari, og summarið var turrari. Fyrr kundu føroyingar turka klippfisk úti á fiskaplássunum. Tað hevði ikki borið til í dag, siga fólk.
Tað er so tað, og hetta skulu vit ikki gera okkum klók uppá.
Men, eitt vita vit øll. Veðrið hevur verið fantastiskt í januarmánaði í ár, og góða og kalda veðrið heldur helst fram - í øllum førum nakrar dagar aftrat. Tá tað er kalt, er veðrið sum oftast støðugari, enn tá hann melur úr høgari ætt niður í lága - og so upp eftir aftur. Tað frystir og tiðnar, og fólk troyttast og hugsa: Hví liggur hann ikki bara høgur í ættini við góðum vetrarveðri. Tað er tað, sum roynist um veturin.
Og soleiðis hevur verið verið tað mesta av januarmánaði.
Fantastiska flott vetrarveður, og vit vilja helst, at hetta veðrið heldur fram. Tað er so nossligt og so leingi, tað er turt og ikki ov ráligt í veðrinum, merkist kuldin ikki so væl. Hetta er vetrarveðrið, sum vit ynskja okkum, og tað ger eisini mun, at dagurin er vorðin ljósari í báðum endum. Onkusvegna ynskja vit okkum, at veturin ikki verður ov harður, og vit gleða okkum til várið, sum stundar til.
Men, vit fáa einki vár, fyrr enn vit fyrst hava havt ein vetur - og oftast ein harðan vetur.
Teir næstu dagarnar verða kaldir, og veðrið verður framvegis gott. Í dag kunnu vit rokna við, at hitin fer at liggja millum 0 og trý stig og í nátt, tá tað verður kaldast, kunnu vit sambært DMI fáa niður í fimm kuldastig. Veðrið í morgin, sunnudagin, verður júst tað sama sum í dag: Kalt og gott vetrarveður - og møguliga niður í fimm kuldastig um náttina.
##med2##
Veðrið mánadagin og týsdagin verður eisini gott. Mánadagurin verður helst nakað lýggjari enn júst undanfarnu dagar, men kortini kunnu vit rokna við, at tað fer at frysta onkra løtu. Týsdagin verður eisini gott veður, og tá fer hitin helst at liggja millum trý hitastig og trý kuldastig - ella júst sama veður, sum vit í Føroyum hava havt so leingi.
Á túrinum við Teistanum um Skopunarfjørð seinnapartin í gjár tóku vit nakrar myndir. Á innara pierinum á Gomlurætt stóðu nøkur fólk við tráðu, og í góðveðrinum í Skopunarfirði møttu vit Hasfjord, sum var á veg úr Skopun á Gomlurætt. Sólin, sum stendur lágt hesa tíðina av árinum, var við at seta vestanfyri, og sólarglæman setti sín dám á vøkru løtuna í Skopunarfirði.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##