Myndir: Helga og Fríða við Havnará

Í dag var lat upp framsýning hjá Helgu Djurhuus og Fríðu Berg í Gallarí Havnará í Havn.

 

Framsýningin er opin til 17. november.

Til ferniseringina í gjár spældi Guðrið Hansdóttir, og fitt av fólki kom á gátt.

Helga Djurhuus (f. 1989) er útbúgvin bachelor og kandidat innan visuelt design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn. Helga arbeiðir serliga við oljumáling og mixed media, og eru hennara málningar abstraktir og ekspressivir.

 

##med2##

##med3##

Í løtuni er tað serliga samtíðar landsløg og heimlongsulin, sum upptaka Helgu. Tað eru tí hesi evni, ið hon arbeiðir við í síni list.

Sambært Helgu er hvørt verk onkursvegna ein løtumynd av hennara kenslum og rørslum. Kenslurnar stýra ofta hvussu hon arbeiðir við løriftinum.

Helga er í løtuni aktuell á framsýning í Borup Kulturhus í Danmark, har hon sýnir fram saman við øðrum føroyskum listafólkum.

Fríða Berg (f.1984) er útbúgvin møbelsnikkari og síðani arkitektur á Det Kongelige

Akademi í Kevpmannahavn.

##med4##

##med5##

##med6##

Smáar gerandishendignar og eygleiðingar leggja ofta grundarlagið undir kannandi verkunum hjá Fríðu.

Hennara tilgongd er prosessuel, har nátturligar hendingar í tilfarinum smelta saman tað, ið er í minnum.

Hetta kann skiljast sum ein avlesing av tí jarðbundna í landslagnum ella tí menniskjaskapta mekaniska.

##med7##

##med8##

##med9##

Ein sporing, har lutir vera upplivdir simultant. Soleiðis virka verkini í tí ótilvitaða millum veruleika og fantasi, har ein kann lesa alt inn sum liggur ímillum uppliving og minni.

Hendan royndin, at skapa tað øvugta av skilnaði er eitt áhaldandi arbeiði, sum bert kann útlivast ígjøgnum arbeiðið við verkunum.

 

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##