– Eg veit ikki enn, hvussu leingi tað fer at taka at gera skipið aftur, sigur Moutitz Mohr, stjóri á Mest.
Hann hevur júst verið á Mest á Skála og hevur tí ikki enn sæð botnin á Arctic Voyager.
Nú skipið, sum vigar 2300 tons, kom upp á beding, sæst, at tað hevur fingið fleiri skaðar. Hol er komið á kúlustevnið, tað er hol aðrastaðni á botninum, og skipið hevur fingið fleiri buklur og skøvur.
Arctic Voyager er tryggjaður hjá Betri Trygging, og fólk haðani vóru eisini og kannaðu skaðan í morgun.
Fólk frá Mest fara nú í gongd við at gera skipið aftur.
Tað var sunnukvøldið 3. november, at Arctic Voyager rendi á landi norðuri á Enni í Fuglafirði. Hann slapp av aftur við egnari megi. Fyri einari viku síðani kom skipið til Havnar, har tað hevur ligið og bíða eftir at sleppa upp á beding.
Arctic Voyager á beding í Havn í næstu viku
Tøkni var ikki orsøk til óhappið
Arctic Voyager slapp sjálvt av aftur
Arctic Voyager rent á land í Fuglafirði
Sí fleiri myndir her:
##ms##