Í gjárkvøldið var eitt heldur øðrvísi konsertkvøld á Reinarínum í Havn.
Tað var Føroya Lærarafelag, ið skipaði fyri, og tað vóru lærarar, sum framførdu á pallinum.
Hetta er aðru ferð, at Lærarafelagið skipar fyri slíkum tiltaki, tí eitt tílíkt tiltak var eisini í fjør.
Lærarar úr ymsum skúlum kring landið vóru á pallinum og leiktu tónleik, og væl bar til, og fullsett var á Reinsarínum.
Hesi vóru á palli: Lív, Elly og Heri, Ásbjørn Berthelsen, Dagfinn Olsen, Ingun Háberg, Guðrun Sólja, Høgni Jógvanson., Palli Hansen, Petur H. Niclasen, Bárður á Lakjuni g Lærarabólkur av Skúlanum á Fløtum.
Her eru nakrar myndir frá tiltakinum.
Myndir: Eyðbjartur S. Skaalum, EHS og DO