Týsdagin kom danski eldraráðharrin, Thyra Frank, til Føroya. Endamálið er at kunna seg um, hvussu føroyski eldrapolitikkurin er skipaður, og í tí sambandi hevur hon vitjað fleiri kommunur.
Í morgun var hon gestur hjá Tórshavnar kommunu. Á fundi í Tilhaldinum beyð Annika Olsen, borgarstjóri, vælkomin, og Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri, hevði framløgu um eldrapolitikkin í Tórshavnar kommunu.
Í gjár var hon í Klaksvíkar kommunu, har hon vitjaði Heimið við Vágna, venjingarhølið hjá ergo- og fysioterapeutunum í Ven og Virka og Smæruna.. Sambært Klaksvíkar kommunu segði hon eitt nú, at tað var hjartanemandi at koma inn í Heimið við Vágna, tí hon merkti nærveruna hjá starvsfólkunum, og hetta sást eisini aftur hjá búfólkunum.
Ráðharrin tók sær góðir stundir at heilsa uppá búfólkini, og hon gjørdist ikki sørt bilsin og rørd, tá búfólkini sungu ”Sildavalsin” fyri henni, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Thyra Frank fer niður aftur til Danmarkar í dag.
Sí myndirnar, sum Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava lagt út.