Myndir: Würth 25 ára føðingardag í Føroyum

Í dag hevur Würth Føroyar hildið 25 ára føðingardag og kundakvøld á Hálsi í Havn, har fyritøkan hevur snøggan og forvitnisligan handil.

Sjálvt føðingardagstiltakið byrjaði í dag klokkan 16.30 í hølum felagsins á Hálsi, har nógv viðskiftafólk vóru møtt, umframt at fyritøkan hevur fleiri útlendskar gestir í samband við dagin.

 

Tað var føroyski regiónsstjórin, Jóan Petur á Stongunum, sum beyð vælkomin og segði nøkur orð. Hann vísti á, at Würth er gomul fyritøka, stovnað í Týsklandi í 1945 av Adolfi Würth, beint eftir seinna heimsbardaga.

 

- Tá skuldi jú alt byggjast uppaftur, sum varð bumbað undir krígnum.

 

Hann segði, at Würth-fyritøkan hevur ment seg gjøgnum nógvu ára tíggjuni og hevur í dag umleið 89.000 starvsfólk kring um í heiminum.

 

- Eg havi snúsað meg fram til, at fyrstu ferð Würth-vørur vórðu seldar í Føroyum, var í seinnu helvt av 1980-unum, men tá var einki starvsfólk, sum burturav arbeiddi her í Føroyum.

 

Jóan Petur segði, at Würth Føroyar varð stovnað í august í 1998, og í dag starvast níggju fólk í fyritøkuni í Føroyum.

 

- Í dag og í kvøld hava vit ymiskt á skránni. Vit vilja fegin gera burturúr degnum, og hetta vilja vit sjálvandi gera saman við tykkum, kæru viðskiftafólkum.

 

Í sínari røðu bjóðaði regiónsstjórin í Würth Føroyar eisini umsitingarstjóranum, Donny Moerkerk og sølustjóranum, Emil Andersen, hjartaliga vælkomnum til Føroya.

 

- Túsund takk fyri, at tit vildu koma allan vegin til Føroya og hátíðarhalda hetta vegamót saman við okkum.

 

Jóan Petur á Stongunum segði, at serfrøðingar í øllum vinnum eisini eru umboðaðir á hátíðardegnum í Føroyum, bæði innan bilavirksemi, metal og byggivinnuna.

 

Føroyski regiónsstjórin segði eisini í røðu síni, at í kvøld fara Ørvaroddar at grilla og servera heilstoktan grís, og her verður live-tónleikur við Jens Marna Hansen og Bjarka Trondesen.

 

- Eg ynski tykkum eitt einastandandi gott kvøld við tøkk fyri, at tit vilja halda 25 ára føðingardagin saman við okkum.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Würth Føroyar hevur havt fleiri góð føðingardagstilboð hesa vikuna, og tilboðini halda fram, til handilin á Hálsi letur aftur í morgin, fríggjadagin klokkan 16.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##