Myndugleikarnir mugu greiða málið við ES

- Hetta er ein løgin støða. Vit vita, at norsk skip hava framleitt uppsjóvarfisk í ES-sjógvi uttan trupulleikar, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari.

Í gjár vóru umboð fyri reiðaríið hjá Christiani í Grótinum á fundi við umboð fyri Fiskimálaráðið um íkomnu trupulleikarnar millum føroysk verksmiðjuskip og skotskar myndugleikar.

 

Hetta mál hevur tikið seg upp, eftir at Christian í Grótinum, sum fiskaði í ES-sjógvi, á seinasta túri varð noyddur inn til Lerwick, og reiðaríið mátti seta eina trygd á umleið 200.000 krónur fyri at skipið kundi loysa aftur.

 

Á túrinum hevði Christian í Grótinum 600 tons av heysaðum makreli, men hetta meta myndugleikarnir ikki er í lagi sambært einari kunngerð frá 1998. Málið millum myndugleikarnar og reiðaríið í Klaksvík kemur fyri í rættinum í Lerwick hin 9. desember.

 

Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sum var við á fundinum við umboð fyri Fiskimálaráðið, sigur, at aktuella málið er eitt mál millum reiðaríið og myndugleikarnar í Lerwick. Hann sigur, at hetta er eitt mál, sum teir vilja loysa sjálvir.

 

- Hinvegin er tað tann generelli spurningurin, hvørt føroysk uppsjóvarskip kunnu framleiða ella ikki í ES-sjógvi. Tann spurningin mugu føroysku myndugleikarnir taka upp við ES og fáa greiði á. 

 

Reiðarin sigur, at teir hava gjørt av ikki at fara í ES-sjógv aftur at framleiða, fyrr enn greiða er fingin á, um skipini hjá teimum kunnu framleiða ella ikki. Hann sigur, at tað er hesin spurningurin, sum varð viðgjørdur á fundinum við Fiskimálaráðið í gjár.

 

- Vit halda, at hetta er ein løgin støða, tí framleiðsla í ES-sjógvi hevur ikki verið nakar trupulleiki fyrr, og nevnda kunngerð er frá 1998. Vit vita eisini, at norsk uppsjóvarskip hava framleitt í ES-sjógvi bæði í 2005, 2006 og í 2007, sigur Kristian Martin Rasmussen.

 

Í Sosialinum í dag sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at um framleiðsla hjá føroyskum uppsjóvarskipum í ES-sjógvi er ein trupulleiki, fara føroyskir myndugleikar at taka trupulleikan upp við ES.