Mystikkur kring bingjuna

Eingin veit at siga, hví »Bládýpið« hjá Tróndi Patursson stóð opið uttan eftirlit í fleiri dagar í farnu viku. – Vit hava ikki ábyrgd av bingjuni, staðfesti stjórin á Listasavninum Helgi Fossadal, beint áðrenn eitt av starvsfólkunum á savninum tók ábyrgd av at seta nýtt heingilás á bingjuna

Mentan
Anna V. Ellingsgaard
[email protected]
Eirikur í Jákupsstovu
[email protected]


Í farnu viku frættist, at listaverkið »Bládýpið« hjá Tróndi Patursson hevði staðið opið í fleiri dagar, har tað stendur á parkeringsøkinum hjá Listasavninum. Á Listasavninum vóru starvsfólkini greið yvir, at bingjan var ólæst, men tey vistu ikki at siga, hvør hevði latið hana upp og vístu annars til Trónd Patursson.
Tróndur Patursson bleiv sera skakkur av at hoyra, at listaverkið hevði staðið ólæst, uttan at nakar helt eyga við tí.
- Sum sagt, so havi eg ongar lyklar til »Bládýpið«, tí eg havi latið stjóranum á Listasavninum teir. Men tað ber ikki til at verkið stendur opið uttan eftirlit, so hatta má eg fara at kanna nærri, segði Tróndur Patursson.
Eftir at Sosialurin hevði spurt um málið, bar eitt av starvsfólkunum á Listasavninum tó skjótt at og setti eitt spildurnýtt heingilás á bingjuna, sum sostatt nú aftur er stongd.


Ivi um ábyrgd
Tróndur Paturson er tó ikki heilt tryggur við støðuna og undrast framvegis á, hvussu tað ber til, at »Bládýpið« knappliga stendur opið, uttan at nakar eftir øllum at døma tekur sær ábyrgd av verkinum.
Sum áður nevnt her í blaðnum, er tað Helgi Fossadal, sum upprunaliga tók avgerð um at stongja bingjuna fyri vitjandi. Tí ringdu vit til hansara at spyrja, um hann var greiður yvir, at tað hevur borið til at ganga inn og út úr bingjuni í síðstu viku
– Tú. Eg eri burturstaddur. Tað var eg ikki greiðir yvir. Men havi hoyrt, at hon hevur verið opin.
Hvussu ber tað til, at bingjan er opin?
– Tað veit eg ikki.
Hvør hevur latið bingjuna upp?
– Eg veit ikki.
Hvør hevur ábyrgdina, um onkur fær skaða í bingjuni ella herverk verður gjørt á hana?
– Vit eiga ikki bingjuna. Listasavnið hevur ikki ábyrgdina av henni, segði ein fámæltur Helgi Fossadal.
Hesum er formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið, Martin Næs tó ikki samdur í. Í eitt nú mentanarsendingini Refleksjón herfyri staðfesti stýrisformaðurin, at:
- Tá ið bingjan hevur staðið á økinum í út við 14 ár, so má Listasavnið kenna ábyrgd av verkinum og tað er út frá tí, vit arbeiða.
Um ætlaninar hjá stýrinum fara at broyta støðuna hjá Helga Fossadal ber tó ikki til at fáa greiðu á
Heldur tú framvegis, at bingjan skal av økinum hjá Listasavninum?
– Eg úttali meg ikki bingjuna. Hatta er eitt mál sum verður viðgjørt í stýrinum, sigur Helgi Fossadal.


Væl umtókt til myndatøku
Tróndur Patursson dugir sum sagt ikki at siga, hví bingjan hevur staðið opin í fleiri dagar. Hann vísir tó á, at hann javnan fær fyrispurningar frá fólki, sum ynskja at sleppa inn at síggja bingjuna. Og serliga í seinastuni hevur áhugin fyri at sleppa inn í bingjuna at taka brúdleyps- og konfirmatiónsmyndir verið stórur. Tróndur Patursson greiðir frá, at eisini í síðstu viku ringdi ein
dáma til hansara og spurdi, um tey kundu sleppa at taka konfirmatiónsmyndir inni í »Bládýpinum«.
- Eg segði sum var, at eg havi ongar lyklar og bað hana spyrja tey á Listasavninum. Men tað hevði hon longu gjørt, og tey søgdu seg ongar lyklar hava. Seinni havi eg so sæð onkrar brúdleypsmyndir, sum eru tiknar inni í »Bládýpinum«, so onkur má hava latið upp kortini, sigur Tróndur Patursson, sum heldur alt hetta vera sera løgið.