Mytologisk hugtaksfløkja

Sonne Smith

Ein setningur, sum er mín, og bara mín orðing: “Føroyar vórðu niðurbudnar 6. oktober 1992” hevur elvt til forvitnisligan dialog.
Fyrst fortaldi Heri Mohr mær, at Føroyar vórðu ikki niðurbundnar. Tað var ein donsk bjargingarprosess, sum fekk okkum upp á føtur aftur. Seinni stúrsaði eisini Rolf Guttesen við av mínari hugtaksfløkju, tí henda tilgongd – prosess – var eingin niðurbinding, men ein milliardahjálp, sum vit fingu úr Danmark. Eg skuldi vera sokkin í mytologist myrkur. Eitt mytologist myrkur myndar muruna í stubbunum hjá mær. Eg skal hava roynt at forklára míni orð um niðurbinding við, at tað, at hús vórðu niðurskrivað í virði gjørdi, at fólk kendu tað sum at vera niðurbundin. Eg segði, at “millum annað” varð virðið á húsunum, vit búðu í, niðurskrivað. Og so var.
Í hesum sambandi, Rolf, havi eg ongantíð ligið og lúrt eftir mytum um kupp og komplott. Trúgv mær. Og víst fingu bankarnir pengarnar aftur – fra landsstýrinum, sum tú sigur. Ja, bankarnir fingu pengarnar aftur frá landsstýrinum, tí at ein bjargingartilgongd verð sett í verk. Millum annað fekk landsstýrið pengarnar til bankarnar aftur frá fólkinum, sum her búði, við tí, sum eg longu í 1993 rópti “legaliserað rán”. Tað var hvørki metafora ella mytologisk hugtaksfløkja, tí vóru føroyingar ikki fæloysingar – proletarar – fyri Oktoberkollveltingina í 1992, so vórðu teir í bjargingarprosessini royttir so inn at skinninum, at teir høvdu bara sína arbeiðskraft at lýsa við, men hvat nú? Eingin var førur fyrii at keypa vøruna, arbeiðskraft, frá proletarinum.
Málið broytist, Rolf Guttesen. Kom ikki og sig mær, hvussu orðabókin lýsir orðið “fæloysingur”. Orðabókum grópi eg í hvønn tann einasta dag í mínum dagliga yrki, og tað havi eg gjørt í mong, mong ár og havi bæði fatað og staðfest, at málið broytist. Ein Marx-proletarur er ikki tað sama nú, sum hann var í Tí kommunistiska Manifestinum.
6. oktober 1992 var eitt stig í teirri stóru bjargingarprosessini, at føroyingar í Føroyum vórðu riknir saman í ein veldigan flokk og niðurbundnir sum skurðlomb. Tí tað vóru teir, sum betaltu. Teir hava næstan betalt alla skuldina aftur. So okkurt seiggið er eftir. Tíggjutúsundtals føroyingar vórðu meinskaðir. Ikki bara í Føroyum. Útisetar fingu eisini sorgarleikin at føla. “Skyd en færing, spar i skat”! var eitt. Sjálvur var eg hjástaddur, tá ið ein kona úr Føroyum skuldi gjalda í einum H&M-handli við kekki. Hon varð so eyðmýkt, tí tey vildu ikki taka kekk frá einum føroyingi, at eg varð noyddur at tala at og bað tey seta seg í samband við Den danske Bank. Tað gjørdu tey og fingu annað at vita, men tá vóru bíðirøðirnar við kassarnar so langar, at tey bóðu okkum sleppa okkum at fananum til.
So kalla tað, hvat tú vilt, metaforu ella mytologist myrkur. Tá løgdu føroyingar ikki petti í, hvussu tilgongdin æt. Teir høvdu nóg mikið høvuðbríggj við at vríggja seg úr hafti.
Úr niðurbindingini!