- Ein stásiligur bátur liggur á Rínánni, og mær kemur fyri, at eg havi sæð hann fyrr. Hann minnir meg á bíbliusøgurnar frá barnaárunum, skrivaði ein blaðmaður á heimasíðuni hjá týska blaðnum Deutche Welle.
Og tað var júst tað, sum hollendski sjónvarpsmaðurin, Aad Peters, ætlaði, tá hann fyri einum ári síðani keypti eitt modell av Nóa ørk í støddarmuninum 1:1.
Ørkin er skipað sum eitt bíbliusøguligt savn. Við inngongdina fáa vitjandi eitt spurnarblað í hondina, sum tey kunna brúka til at royna teirra vitan um Bíbliuna, meðan tey ganga gjøgnum ørkina.
Umborð eru útstappaði djór, heilt upp til giraff-stødd, og eisini hittir ein fleiri av persónunum í Bíbliuni.
Bíblian er ein áhugaverd bók, eisini fyri tey, sum ikki hava lisið hana, sigur Aad Peters.
(Kelda: trubodin.fo)
Sí video!