Kvinnuhondbóltur
Spurningurin er ikki longur um. Heldur er tað nær verður VB meistari.
Eftir eitt gott grundspæl og eitt sannførandi endaspæl, har einasti stigamissurin hevur verið javnleikurin í Vestmanna, tykjast tey í VB nú bert at bíða eftir, at meistaraheitið skal koma til felagið. Og hetta kann gerast veruleiki sunnudgain, tá StÍF kemur á vitjan.
Skulu vinna sítt
Fortreytirnar fyri hesum skapa tær í VB tó ikki sjálvar. Hesar verða skaptar í Havn, har VÍF er á vitjan hjá Neistanum. Ein dystur, har VÍF vanliga hevur havt góð úrslit, og har tær avgjørt eru favorittar aftur í ár, men hinvegin skal ikki síggjast burtur frá, at Neistin seinastu vikurnar hevur verið væl fyri. Somikið væl, at tær nú eru um at blanda seg í heiðursmerkjastríðið, men til tess krevst í øllum førum ein sigur á V´FI, sum enn hevur teoretiska møguleikan fyri gullinum, men sum hinvegin helst má ásanna, at í ár verður talan bert um silvur.
Alt hetta er tó bert tos fyri VB. Tað, sum tær skulu gera, er fyrst og fremst at vinna sínar dystir, og tað er einki at ivast í, at hetta verður aðalmálið sunnudagin, so má hitt koma, sum tað kemur.
Og av royndunm frá seinasta vikuskifti munnu tær í VB vera greiðar um, at hetta kemur ikki av sær sjálvum. Ótilvitað er oddastøðan helst viðvirkandi til at leggja eyka trýst á liðið, soleiðis at spælið kanska gerst dekan ov stirvið, soleiðis sum tað var móti Kyndli seinast, og tó at tann dysturin gav tvey stig av sær, so var tað ikki meira enn akkurát. Tí er einki at ivast í, at týdningarmesta uppgávan hjá venjaranum verður at sannføra leikararnar um, at tað er hesin dysturin ? og bara hesin ? sum hevur alt at siga.
Bronsan enn opin
StÍF er í løtuni liðið, sum liggur best fyri í bronsustríðnum, men tapa tær dystin í Vági, letur hetta væl og virðiliga dyrnar á glopp hjá øðrum liðum. Her eru Kyndil og Stjørnan helst tey, sum hava bestar møguleikar at seta kílar í, og júst hesi bæði liðini hittast í Klaksvík.
Einki er at ivast í, at tað her verður talan um dyst, har báðir partar fara at stríðast av øllum alvi, til tess at røkka málinum. Og vanliga plagar talan eisini at vera um undirhaldandi dystir, tá hesi liðini hittast í Klaksvík.