Róðrarfelagið Knørrur hevur nýbakaðar vaflur og undirhald á Skálatrøð flaggdagin
Høvuðsstaðarfelagið skipar fyri flaggsdagshugna aftur í ár
Tiltakið í ár verður á sama hátt sum áður, har maxitombola, hoppiborg, fiskibrunnur og annað undirhald verður til børnini, meðan tey vaksnu kunnu hugna sær við práti og leska seg við nýbakaðum vaflum og einum góðum kakao- ella kaffimunni.
Tiltakið byrjar kl. 14:00 og varir so leingi, ið fólk er. Inntøkan fer øll til Róðrarfelagið Knørr.