Kunngerðin um tollfría sølu á flogvøllinum í Vágum er komin í gildi Kunngerðin um loyvi at seta tollfríar sølubúðir á flogvøllinum í Vágum á stovn kom í gildi í gjár, og sambært kunngerðini kann seljast tollfrítt til bæði ferðafólk, sum fara, og tey, sum koma.
Kitty May Ellefsen, sum er nevndarforkvinna í Pf. Vága Floghavn, hevur fyrr sagt, at felagið hevur leingi fyrireikað seg til tollfría sølu, men hevur bara bíðað eftir loyvi.
Men tað er ikki bara bara hjá Kitty May Ellefsen og teimum at selja tollfrítt, sigur útvarpið hjá Kringvartpinum. Sambært stjóranum á Hotel Vágum, Kára Hentze, eigur Hotel Vágar rættin til tollfría sølu á flogvøllinum.
Hann segði við Dimmalætting herfyri, at Hotel Vágar hevur einkarrætt til at hava matstovur og kioskir á flogvøllinum. Tað stendur í sáttmálanum millum hotellið og flogvøllin.