Nú bragdaði loksins

Líka so skjótt Fólkaflokkurin ikki longur vildi lata seg fjøtra av Tjóðveldisflokkinum, og slepti síni upprunaligu fullveldisætlan, vaks flokkurin beinan vegin við 3,7%, meðan allir hinir stóru flokkarnir mistu undirtøku, sammett við veljarakanningina í juni.

Trygvi F. Guttesen




Ongantíð áður hevur Fólkaflokkurin fingið so greið boð frá sínum veljarum.

Hóast nýggja kósin enn er heldur ógreið, so eru kortini fleiri positivar ábendingar, og vit kunnu ikki annað enn taka hattin av fyri løgmanni, nú hann so greitt og avgjørt tvær ferðir hevur sett Tjóðveldisflokkin so dyggiliga uppá pláss. Fyrru ferð var, tá ið Tjóðveldisflokkurin kunngjørdi, at nýggja skiftistíðin bleiv 6 ár, og seinnu ferð var, tá ið Tjóðveldisflokkurin vildi avtaka grundlógardagin.

Um nú Fólkaflokkurin eisini sleppur ætlanini um at hava fólkaatkvøðu í apríl, so verður hann ivaleyst størsti flokkur eftir komandi val.


Hví spyrja fólkið, um lógin skal haldast?

Hví skulu vit spyrja fólkið við eini fólkaatkvøðu, um heimastýrislógin skal brúkast júst soleiðis, sum ætlanin við henni alla tíðina hevur verið?

Hví skulu vit framhaldandi meyla um fullveldi og fólkaatkvøðu, heldur enn at fara til verka beinan vegin. Hvørjum bíða vit eftir?

Vit kunnu byrja við at yvirtaka skúlaverkið og gjalda kostnaðin av tí. Síðani kunnu vit yvirtaka onnur øki, sum vit fíggjarliga og umsitingarliga sjálvi kunnu greiða.

Hví skulu vit við fólkaatkvøðu spyrja um, hvat vit sjálvi orka?

Hví skuldu tað ganga 50 ár áðrenn loysingarflokkarnir vildu viðurkenna, at allar yvirtøkur uttan fulla gjaldsskyldu eru og hava altíð verið ein koddi?

Nú er nóg mikið av orku brúkt til kanningar, spurningar og gitingar um okkara framtíð, um vit upploysa verandi ríkiseind. Hví skulu vit útseta tað neyðuga arbeiðið, sum skal til, fyri at menna okkara góða samfelag, okkara sjálvbjargni og okkara persónliga frælsi?


Breiða semjan

Nú løgmaður er við at nærkast røttu mannagongdini, eru vónirnar góðar um at finna eina breiða semju millum andstøðuna og Fólkaflokkin.

Tað sumflest allir føroyingar nú bíða eftir, er hvussu leingi løgmaður framhaldandi vil krøkja seg til Tjóðveldiskvettið, ella um stundin nú er komin, har landsins leiðari fer at skipa ta semju, sum er í ljósmála, og sum fer at røkka tí endamáli, sum allir føroyingar og allir ríkisborgarar leingjast eftir.